Í summar verður klárt at flyta í tær fyrstu av 96 nýggjum íbúðum Undir Gráasteini í Havn. Øll byggingin verður eftir ætlan liðug til jóla 2008, skrivar torshavn.fo
Byggifelagið KJ Contractors byggir 8 bygningar við tilsamans 96 íbúðum Gráa Steini í Havn. Bygningarnir verða í fýra hæddum við trimum íbúðum í hvørjari hædd. Umframt verður eitt kjallararúm til hvørja íbúð. Lyfta er í øllum bygningunum.
Íbúðirnar verða í trimum ymsum støddum. 89, 105 og 108 fermetrar, og kostnaðurin verður ávikavist kr. 1.425.000,- 1.650.000,- og 1.695.000,-. Tó verða íbúðirnar á ovastu hæddunum eitt sindur dýrari. Tær fara at liggja millum 1,79 og 1,99 millión krónur hvør.
Bygningarnir eru bygdir úr betongelementum og verða klæddir við steini. Hurðar og vindeygu verða úr aluminium, so einki viðlíkahald verður at hugsa um.
Tað stóð ikki á at selja íbúðirnar, siga tey hjá KJ Contractors við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu.