Klárt til bólkaspælið

FS Vágar og TB ognaðu sær seinastu sessirnar í bólkaspælinum í steypakappingini hjá monnum

Løgmanssteypið

Teir báðir seinastu dystirnir undan bólkaspælinum vórðu leiktir um vikuskiftið, tá TB, AB, FS Vágar og Sumba tókust.
Á Sevmýru hevði TB vitjan av argjamonnum, og í vánaligum líkindum eydnaðist her TB at vinna ein tepran 2-1 sigur. Stutt fyri steðgin legði TB seg framum við einum máli frá Martin ØSterbæk, og tann støðan helt sær fram til góðar 20 minuttir fyri leiklok, tá Jan Jørgensen javnaði fyri gestirnar.
Óli Johannesen varð tó aftur hesaferð bjargingarmaðurin hjá TB, tá hann fimm minuttir fyri leiklok kundi skjóta avgerandi málið, og við hesum senda TB víðari í kappingini.
Tað eru vágamenn eisini, eftir at teir á heimavølli vunnu 2-1 á Sumba. Tað sá annars nóg so svart út hjá felagsliðnum, tá Sumba stutt eftir steðgin legði seg á odda, men hetta setti veruliga gongd á heimaliðið. Stuta løtu seinni javnaði Kim Poulsen, og níggju minuttir fyri leiklok kundi Jack Johansen tryggjað teimum sigurin, soleiðis at vágamenn eisini vera at síggja í bólkaspælinum, sum byrjar komandi vikuskiftið.

Dystirnir í tølum
TB-AB 2-1 (1-0)
1-0: Martin Østergaard, 40
1-1: Jan Jørgensen, 69
2-1: Óli Johannesen, 85

FS Vágar-Sumba 2-1 (0-0)
0-1: Karl Lisberg, 52
1-1: Kim Poulsen, 57
2-1: Jack Johansen, 81

Bókarnir eru sostatt hesir:
Bólkur 1
NSÍ, B36, KÍ og FS Vágar
Bólkur 2
B68, ÍF, GÍ og TB
Bólkur 3
HB, EB/Streymur, VB og Skála