Klæmint A. Olsen hevur verið tolin og hevur arbeitt hart til venjing, og nú verður hann løntur fyri sítt stríð.
Í kvøld fekk hann møguleikan í álopinum hjá Breiðablik frá byrjan, og hann tók av tá Breiðablik á útivølli vann 2-1 á Fylkir í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Klæmint var skiftur út tá 65 minuttir vóru farnir.
Tá 27 minuttir vóru farnir sendi Jason Daði Svanþórsson bóltin inn í brotsteigin hjá Fylkir, har Klæmint var á rætta staðnum og beindi bóltin í netið til 1-0. Talan er um annað málið hjá Klæminti hetta kappingarárið.
Fýra minuttir seinni javnaði ein maður við einum í Føroyum víðagitnum eftirnavni til 1-1. Málskjútti hjá Fylkir var Ólafur Karl Finsen, og lítið er at ivast í, at talan er um ein fjaran skyldmann hjá víðagitna havnarmanninum, granskaranum, Niels Finsen, ið vann Nobel-virðislønina í 1903. Hann var av Finsen-ættini í Íslandi.
Støðan javnleikur 1-1 helt sær til fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Tá vóru teir í Breiðablik so hepnir, at Nikulás Val Gunnarsson hjá Fylkir beindi bóltin í egið net til 2-1 sigursmálið hjá Breiðablik.
Breiðablik er nú nummar trý í deildini við 12 stigum fyri seks dystir aftaná eina haltandi byrjan. Seks stig eru upp til oddaliðið, har Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík hava 18 stig.
Komandi leygardag spælir Breiðablik á útivølli móti KR.