Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í dag.
Klæmint A. Olsen kom á vøllin seinastu 20 minuttirnar, tá hann og liðfelagarnir í Breiðablik vunnu 1-0 á KR á útivølli. Støðan var 0-0 tá Klæmint kom á vøllin.
Sigursmálið hjá Breiðablik skoraði Gísli Eyjólfsson tá 82 minuttir vóru leiktir.
Nú byrjar at líkjast hjá Breiðablik, ið er triðfremst í deildini við 15 stigum fyri sjey dystir.
Pætur J. Petersen kom á vøllin beint eftir steðgin, tá hann og liðfelagarnir í KA taptu stórt 0-4 fyri Vali á Akureyri. Støðan var 3-0 tá Pætur kom á vøllin, og tá var mótbrekkan longu rættiliga brøtt hjá KA.
Leingi var støðan 3-0 til Val, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Valur til 4-0.
KA er nummar fýra í deildini við 11 stigum.
Í annaðkvøld tekur Víkingur Reykjavík við Gunnari Vatnhamar á liðnum móti FH á heimavølli. Fær Víkingur stig í dystinum leggja teir seg aftur á odda í deildini.
Støðan:
Nr. | Lið | Dystir | V | J | T | Málmunur | Stig |
1 | Valur | 7 | 6 | 0 | 1 | 23:7 | 18 |
2 | Víkingur Reykjavík | 6 | 6 | 0 | 0 | 13:1 | 18 |
3 | Breiðablik | 7 | 5 | 0 | 2 | 16:11 | 15 |
4 | KA | 7 | 3 | 2 | 2 | 10:9 | 11 |
5 | FH | 6 | 3 | 1 | 2 | 12:11 | 10 |
6 | HK | 6 | 3 | 1 | 2 | 12:11 | 10 |
7 | Fram | 6 | 2 | 2 | 2 | 13:13 | 8 |
8 | Stjarnan | 7 | 2 | 0 | 5 | 12:14 | 6 |
9 | ÍBV | 7 | 2 | 0 | 5 | 7:15 | 6 |
10 | Keflavík | 6 | 1 | 1 | 4 | 5:12 | 4 |
11 | KR | 7 | 1 | 1 | 5 | 3:14 | 4 |
12 | Fylkir | 6 | 1 | 0 | 5 | 7:15 | 3 |