Klæmint oyðilegði danska metið

Føroyingarnir syrgdu fyri tí, sum eingin annar hevur megnað ímóti Kasper Hjulmand og hansara monnum

Donsku áskoðararnir vóru sum slignir á nevið í nakrar minuttir, og tað er stórur rómi millum teir fleiri enn 2000 føroysku áskoðararnar.

 

Tað er liðugt í Parkini, og máltalvan vísir 3-1. Í næstsíðsta minutti av vanligu leiktíðini skoraði Klæmint A. Olsen við snittara í handara síðunetið eftir innlegg úr høgru frá Jákupi B. Andreasen.

 

So var 2-1 og ein minuttir eftir av vanligu leiktíðini. Klæmint smoygdi seg úr troyggjuni og legði vertin á, at dómarin vísti honum gula kortið. Hetta var níggjunda ferðin, at Klæmint er málskjútti á landsliðnum. Hann hevur harvið skorað eins nógv mál, sum Todi Jónsson skoraði á landsliðnum. Todi, sum í síni tíð skoraði so nógv mál í Parkini, tá ið hann var í hvítu FCK troyggjuni, og Todi sum í kvøld var millum áskoðararnar í Parkini.

 

-Kenslan er góð. Eg hevði góðan møguleika lítla løtu frammanundan, tá ið eg eftir sending úr vinstru frá Jákupi B. Andreasen og við høvdinum sendi bóltin úr góðari støðu og beint á Kasper Schmeichel. Men so var tað framúr kensla, at tað eydnaðist at fáa bóltin í málið. At vit skora, meðan eingin annar hevur megnað at skora ímóti Danmark er fantastiskt, sigur Klæmint A. Olsen við Símun Christian Olsen hjá sjónvarpið hjá Kringvarpinum.

 

Nú er tað bara Rógvi Jacobsen, sum hevur skorað fleiri mál í landsliðstroyggjuni enn Klæmint A. Olsen. Rógvi hevur skorað 10 mál.

 

Danir iðra seg um, at tað ikki eydnaðist teimum at spæla alla HM kappingina uttan at mál varð skorað ímóti teimum.

 

-Tá ið tað restaðu tíggju minuttir, fóru vit fram at pressa teir, og tað riggaði sera væl. Tá ið vit høvdu minkað um munin, so fóru vit eftir javnleikinum, men tað eydnaðist tíverri ikki, sigur fegni føroyski málskjúttin.

 

Kasper Schmeichel skúmaði yvir liðfelagarnar, tá ið føroyingar fegnaðust um málið, og donsku spælararnir vóru heilt skelkaðir. Men tað eydnaðist dønum at sleppa úr tronganum, tá ið Joakim Mæhle við fínum lobbara staðfesti 3-1 heimasigurin.

 

-Tað stóð ikki so nógv uppá spæl, so vit avtalaðu at spenna álopsbogan, og tá eydnaðist tað at skapa møguleikar og skora eitt mál. At teir skoraðu triðja málið, komst av at vit tá runnu aftaná. Vit royndu annars at vera væl skipaðir í verjuni, og tað riggaði fyri tað mesta væl, tá ið havt verður í huga, at hetta er eitt av heimsins bestu fótbóltstjóðum, sum vit spældu ímóti, sigur Hallur Hansson liðformaður.

 

 

 

Danmark – Føroyar 3-1 (1-0) 

 

1-0: Andreas Skov Olsen 18.

 

2-0: Jacob Bruun Larsen 63.

 

2-1: Klæmint A. Olsen 89.

 

3-1: Joakim Mæhle 93.

 

HM undankapping

 

Í Parkini í Keypmannahavn fríggjadagin 12. november kl. 19.45

 

35.531 áskoðarar

 

Dómarabólkur úr Rumenia: Radu Petrescu, Mircea Mihail Grigoriu, Alexandru Cerei og Andrei Antonie (4. dómari)

 

Danmark: Kasper Schmeichel - Jens Stryger Larsen, Simon Kjær (anf.), Andreas Christensen, Joakim Mæhle - Daniel Waas, Christian Nørgaard (Jens Jónsson, 80.), Jesper Lindstrøm (Thomas Deleney, 57.) - Andreas Skov Olsen (Anders Dreyer, 67.), Yussuf Poulsen (Andreas Cornelius, 67.), Mohammed Daramy (Jacob Bruun Larsen, 57.)

 

Gult kort: Christian Nørgaard

 

Venjari: Kasper Hjulmand

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – René S. Joensen (Heri H. Mohr, 80.), Hørður H. Askham, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen –  Gunnar Vatnhamar (Tróndur Jensen, 66.), Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Sølvi Vatnhamar (Petur Knudsen, 80.) – Jóan Símun Edmundsson (Klæmint A. Olsen, 55.)

 

Á beinkinum: Gunnar Nielsen, Mattias Lamhauge, Bartal Wardum, Jóannes Bjartalíð, Bjarni Petersen, Hannes Agnarsson, Heðin Hansen, Patrik Johannesen

 

Gult kort: René S. Joensen, Gunnar Vatnhamar, Klæmint A. Olsen

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze