Jemen skeyt rakett eftir Ben Gurion-flogvøllinum

Spreingingar hava verið nærindis Ben Gurion-flogvøllinum uttan fyri Tel Aviv

Tíðindastovur siga frá spreingingum nærindis Ben Gurion-flogvøllinum uttan fyri Tel Aviv

Fleiri útlendskar tíðindastovur vita at siga, at Jemen í morgun hevur skotið rakettir eftir Ísrael.

Tíðindastovurnar siga frá spreingingum nærindis Ben Gurion-flogvøllinum uttan fyri Tel Aviv.

Sambært ísraelska herinum (IDF) varð rakettin skotin úr Jemen  í morgun.

Ísraelski herurin upplýsir, at fleiri royndir vórðu gjørdar at skjóta rakettina úr Jemen niður.

Tíðindastovur siga frá spreingingum nærindis Ben Gurion-flogvøllinum uttan fyri Tel Aviv