Klæmint A. Olsen fekk møguleikan frá dystarbyrjan, tá Breiðablik spældi fjórðingsfinalu móti Þrótti á útivølli í íslendsku steypakappingini í kvøld.
Breiðablik vann 3-0. Klæmint økti til 2-0 tá 57 minuttir vóru farnir av dystinum. Klæmint gagnnýtti eitt mistak hjá málverjanum hjá Þrótti, Svein Óla Guðnason. Klæmint fór av vøllinum tá 71 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Pætur J. Petersen og liðfelagarnir í KA vunnu seg eisini í fjórðingsfinalurnar við 3-1 sigri á HK á útivølli. Pætur kom á vøllin tá 70 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Víkingur Reykjavík uttan Gunnar Vatnhamar á vøllinum vann 2-1 á Grótta á heimavølli, og vann seg eisini í fjórðingsfinalurnar.
Ígjár taptu Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Leiknir 1-3 fyri Þór, og eru sostatt úti av steypakappingini.