23. umfar í næstbestu deildini verður seinnapartin. ÍF er oddalið, og tað skal ganga verri enn illa, um tað ikki næsta ár skal verða sunnudagsfótbóltur í Fløtugerði.
ÍF fær í dag vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi. Tað plagar at vera tætt og spennandi í grannauppgerðunum, og tað verður tað ivaleyst eisini seinnapartin. Men uttan mun til hvussu úrslitið verður, so hevur ÍF meiri enn annað beinið í bestu deildini.
KÍ, sum tað mesta av árinum hevur verið oddalið, misti ovasta sessin, tá ið liðið fyri viku síðani tapti 3-0 á útivølli ímóti Giza Hoyvík.
Í dag fær KÍ vitjan av NSÍ, sum er á triðja plássi. Úrslitið í hesum dystinum fer at hava ávirkan á, hvussu tað verður við uppflytingini. Um KÍ vinnur, so verður møguleikin hjá B68 størri fyri at flyta upp, og so verða sannlíkindini størri fyri, at tvey lið fara at flyta niður úr bestu deildini. Tí sigur tað seg sjálvt, at tey í AB og 07 Vestur við stórum áhuga fara at fylgja við í Klaksvík.
Giza Hoyvík vann síðsta leygardag 3-0 á heimavølli ímóti KÍ. Harvið er liðið farið undir bjargingarroynd, sum gongur út uppá at sleppa undan niðurflyting. Tað er langt á mál, og næsta stigið verður at vinna á Sandi ídag.
Um Giza Hoyvík av álvara fær vind í seglini, so kunnu bæði B71 og Skála koma í vanda. Í dag eigur Skála heimavøll ímóti HB.
B68 er stórfavorittur á Vágseiði ímóti Suðringum, sum longu eru fluttir niður.
KÍ – NSÍ: Rúni Olsen kl. 16.45
ÍF – Víkingur: Bjarki Danielsen kl. 16.00
Skála – HB: Rúni Gaardbo kl. 15.30
B71 – Giza Hoyvík: Janus Fossdalsá kl. 15.00
Suðringar – B68: Jóhan P. Michelsen kl. 15.00
ÍF | 22 | 16 | 3 | 3 | 79 | 34 | 51 |
KÍ | 22 | 15 | 4 | 3 | 57 | 23 | 49 |
NSÍ | 22 | 13 | 4 | 5 | 71 | 30 | 43 |
B68 | 22 | 12 | 3 | 7 | 44 | 33 | 39 |
Víkingur | 22 | 10 | 2 | 10 | 34 | 42 | 32 |
HB | 22 | 8 | 4 | 10 | 41 | 33 | 28 |
B71 | 22 | 8 | 1 | 13 | 38 | 55 | 25 |
Skála | 22 | 6 | 4 | 12 | 34 | 48 | 22 |
Giza Hoyvík | 22 | 4 | 5 | 13 | 25 | 41 | 17 |
Suðringar | 22 | 1 | 4 | 16 | 16 | 100 | 7 |