Havnanevndin hjá Klaksvíkar Býráð hevur sett Niclas Hera Jákupsson sum havnastjóra fyri Klaksvíkar Havn Ein av fyrstu avbjóðingunum hjá havnastjóranum verður at gagnnýta nýggju karmarnar, sum Klaksvíkar havn hevur fingið tey seinnu árini, og at skipa soleiðis fyri, at havnin kann menna og nútímansgera seg á øllum mótum.
Niclas Heri Jákupsson, sum nú er settur havnarstjóri, er 40 ára gamal. Hann hevur HF og HH-útbúgving, er útlærdur skrivstovumaður og hevur ymisk skeið í samband við leiðslu, sølu og menning. Niclas Heri Jákupsson hevur royndir sum sølumaður í heilsølu, hevur verið leiðari hjá Shell í Norðoyggjum, og ta síðstu tíðina hevur hann verið sølu- og marknaðarleiðari hjá Shell, har hann m.a. hevur havt ábyrgdina av menning og sølu.
Niclas Heri Jákupsson byrjar í starvinum sum havnastjóri hjá Klaksvíkar Havn tann 1. november 2008.