Talv:
Í Klaksvík vóru vestmenningar á vitjan sunnudagin og úrslitið gjørdist ein tryggur 3-1 sigur til heimaliðið.
Rani Nolseø og John Rødgaard hava mangan sitið nógvar góðar og drúgvar tímar og stríðst ímóti hvørjum øðrum, men hesaferð vardi talvið bert fjúrtan leikir. Rani sum hevði svarta fólkið, leikti væl og útjavnði stutt inni í talvinum, og tá John býtti frúnnar og bjóðaði javnleik tók Rani av hesum tilboði.
Steintór hevur higartil havt góð úrslit á klaksvíksliðnum, men uppgávan ímóti formsterka Torbjørn Thomsen er ikki ein av teimum løttu. Skjótt varð farið úr ástøðuni, og eftir at báðir høvdu roynt ymsar snildir uttan úrslit, samdust teir um javnleik. Torbjørn hevði annars vunnið øll síni talv undan hesum umfari.
Tummas M. Anthoniussen hevur verið álitið hjá klaksvíkingum í ár, og hesaferð lat hann sínar kynstir ganga útyvir John Jacobsen. John trýsti Tummas í byrjanini, men var ov bráður við róki sínum, og hetta revsaði Tummas og niðurspældi hareftir John.
Á fjórða borði vann Ingolf Gaard á Petur Højgaard. Petur stóð betur, men Ingolf vardi seg væl og bíðaði til røttu løtuna at leypa hvøkk á, og eftir hetta telvaði hann sannførandi og mátaði at enda Petur.
3-1 og leiin sær út til at vera sett hjá teimum har norðuri, meðan spurningurin er um vestmenningar kunnu fóta sær. Teir hava havt tvey ivasom úrslit á rað, og nærkast nú av álvara botninum.
Flóvin við hjá Havnini
Leiðslan í Havnar Telvingarfelag hevur ivaleyst ikki sæð aðrar møguleikar enn at styrkja um liðið, sum lá niðast undan dystinum ímóti kollfirðingum. Boð vórðu send eftir útisetanum og føroyameistarnum Flóvin Tór Næs, sum óvæntað ikki fekk stórmeistara ímóti sær. Yvir av honum sat ístaðin tann ungi Hans Kristian Simonsen.
Eitt sindur óheppið fyri kappingina at kollfirðingar bert nýta sínar stórmeistarar av og á. Tað ger nevnliga kappingina eitt sindur misvísandi at teir t.d ímóti Sandavági hava GM Henrik Danielsen og ímóti Havnini ongan GM´ara. Trupulleikin er, at ein aldrin veit hvør situr á fyrsta borði og tí verður eingin møguleiki hjá einstøkum at fyrireika seg.
Stórmeistari ella ei, Hans Kristian tók uppgávu sína av álvara og fekk eina betri støðu við svarta fólkinum í miðspælinum. Flóvin bjóðaði Hans Kristian javnleik, sum hesin tók av. Tað vísti seg at Hans Kristian átti at leikt víðari, har hann hevði kunnað ognað sær finnu og við røttum spæli fingið avgerandi fyrimun, ella í minsta lagi kláran fyrimun. Helst var tað virðing sum lat seg ávirka. Eitt gott úrslit hjá Hans Kristiani.
Herluf Hansen hevði einki stig fingið undan talvinum ímóti Bernhard Thomsen, men sunnudagin fall eydnan í hansara lut. Herluf fekk ræðið yvir c-linjuna og skjótt fekk hann avgerandi fyrimun og vann talvið.
Á triðja borði offraði Pól Martin Hansen kvalitet og fekk heilt gott spæl, men Olaf Berg vardi seg væl og fekk ognað sær javnleikin.
Andrias Ziska hevur verið nógv við í ár, og sunnudagin vann eisini sítt talv ímóti Grettir Djurhuus í eyðkendum stíli. Hann offraði frúgv fyri rók, bisp og riddara og trýsti spakuliga Grettir niður, til hann at enda gavst.
Ein ómetaliga kærkomin 3-1 sigur hjá havnarmonnum, tann fyrsti í hesari liðkapping. Kollfirðingar duttu hinvegin niður á eitt triðja pláss.
Hvalvíkingar fylgja væl vi_
Sandavágsmenn fingu ótrúligt úrslit í seinastu viku í Vestmanna við 2-2 úrslitinum, og fóru tí við fitt av sjálvsáliti til dystin ímóti hvalvíkingum. Men teir úr sundalagnum løgdu ikki petti í og vunnu heili 3-1 og hava lagt seg á eitt annað pláss.
Martin Brekká vann enn einferð, hesaferð ímóti Bernhard Augustinussen. Gutti Petersen sum fekk javnleik ímóti John Rødgaard í farnu viku, megnaði eisini hesuferð at yvirraska. Finnbjørn Zachariassen kláraði ikki at koppa Gutta, og javnleikur bleiv úrslit teirra.
Á triðja borði vann Sámal Christiansen á Hera Christoffersen, meðan Sonni Nielsen og Bergur Magnussen leiktu javnt.
Tapið viðførdi at teir úr Sandavági nú eru aftastir í røðini, men fá stig eru tó upp til teir næstu.
Støðan:
Klaksvík 12,5
Hvalvík 11,5
Kollafjør_ 10,5
Havnin 9,5
Vestmanna 8,5
Sandavágur 7,5
Havnarmenn hálaðu seg vekk frá botninum, og eru í roynd og veru ikki langt frá toppinum. Klaksvíkingar eru komnir í ein góðan stima, har øll fara borðini fáa nógv stig til hølvdar, og tað sama kann nærum sigast um hvalvíkingar.
Sætta umfar sum verður leikt komandi leygardag, verða hesir dystir: Kollafjørður ? Klaksvík, Vestmanna ? Hvalvík og Sandavági ? Havnin.
Minni gott
Fjórða umfar í donsku liðkappingini var telvað um vikuskifti, og føroyska liðið í Keypmannahavn sum framanundan lá einsamalt á odda í triðju deild, má nú deila fyrsta pláss við Ballerup.
Føroyingarnir møttu botnlinum Saxo, men sera óvæntað endaði dysturin javnur 4-4. Úr Saxo komu bert sjey mans, sum viðførdi at Eyðun Nolsøe vann uttan dyst á triðja borði. Saman við Eyðuni vunnu Bogi Ziska, Terji Petersen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen, meðan John Arni Nilssen, Heini Olsen, Heini Danielsen og Finnbjørn Vang máttu lúta. Talvið hesa vikuna er talvið hjá Terja.
Flóvin Tór Næs var í Føroyum um vikuskifti og telvaði tískil ikki við.
Eitt minni gott úrslit hjá Talvfelagnum Føroyar, nú trý umfør resta í.
John Arni hevur júst luttikið í einari kapping í Noreg, har hann fekk fimm stig av níggju. Hetta var eitt sindur undir væntaðu skoruna og misti hann tískil nøkur fá ratingstig.
Einkultúrslitini á liðnum eftir fýra umfør:
John Arni Nielsn 2 av 4
Heini Olsen 2 / 4
Flóvin T. Næs 2 / 2
Eyðun Nolsøe 2,5/4
Bogi Ziska 3 / 4
Heini Danielsen 2,5/4
Terji Petersen 1,5/3
Carl Eli N. Samuelsne 4 / 4
Finnbjørn Vang 2 / 3
Wijk aan Zee
Í næstu grein, sum verður í leygardagsblaðnum verður hugt nærri at krútsterku kappingini, Corus-Wijk aan Zee, sum í løtuni verður telvað í Hollandi. Allir teir sterku luttaka, og eftir tveimum umførum liggur Kasparov á odda við fullum stigatali, meðan heimsmeistarnir Kramnik og Anand liggja beint í hølunum. Meira um kappingina leygardagin