Klaksvík og Svínoy leggja saman

Um tríggjar vikur verður borgarafundur í Svínoy um at leggja kommununa saman við Klaksvíkar kommunu. Klaksvíkar kommuna og Svínoyar kommuna hava gjørt ein sáttmála um at leggja kommunurnar saman frá næsta valskeiði. Tað sigur Útvarpið.

Um tríggjar vikur verður borgarafundur í Svínoy um samanleggingina, og síðani skal fólkaatkvøða verða í oynni.

-Eldrasambýlið, sum skal byggjast í Svínoy, er beinleiðis orsøkin til, at kommunan nú verður partur av Klaksvíkar kommunu, sigur Eyðun Jacobsen, borgarstjóri í Svínoy, við Útvarpið.

Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, væntar, at Norðoyggjar verða eina kommuna um ikki so langa tíð.