Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag í Samtaki

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag hevur fingið limaskap í Samtaki Mikudagin undirskrivaði Arthur Guðjónsson, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, undir limaskapsavtalu við Samtak, so nú eru fýra fakfeløg, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag, limir í Samtaki.

Arthur Guðjónsson tók samstundis sæti í Samtak nevndini, har eisini Ingeborg Vinther, Hans Joensen og Jan Højgaard sita.

Limir í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag hava nú fingið somu limarættindi, sum hini limafeløgini í Samtak hava. Eitt nú kunna limir í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag nú nýta ókeypis løgfrøðiligu ráðgevingina hjá Samtaki.

Samstundis sum limaskapsavtala við Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag varð undirskrivað, gjørdu tey eisini eina tryggingaravtalu um, at limir í teimum fýra fakfeløgunum frítt kunna arbeiða inni á økinum.

Feløgini í Samtak vóna, at onnur fakfeløg eru hugað at gerast partur av felagsskapinum.

Samtak var sett á stovn í apríl 2007, og umboðar umleið ein triðing av føroysku løntakarunum.