Sjómannadagur
Árligi sjómannadagurin, sum nú verður hildin á fjórða sinni í okkara fiskivinnuhøvuðsstaði – Klaksvík – verður settur leygarmorgunin klokkan 10.30 av fiskimálaráðharranum, Tórbjørn Jacobsen. Undan setanini bjóðar borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, øllum vælkomnum. Eina løtu eftir vælkomstrøðuna og setanarrøðuna, byrja ymisku kappingarnar, sum eru á skránni hendan dagin.
Eins og undanfarin ár, verða ein hópur av kappingum leygardagin í ymiskum arbeiði og virksemi, sum hevur við sjóvinnu og annað at gera. Úr rúgvuni av kappingum er eitt nú agnskering, egning, trolbøting, og høvið verður eisini hjá pørum at kappast í at vinda upp í noða.
Norðmaðurin, sum er heimsmeistari í egning, kemur eisini til Klaksvíkar hendan dagin at kappast ímóti okkara bestu og dugnaligastu, sum eru til reiðar at geva heimsmeistaranum ein skarpan gang.
Familjudagur
Fyrireikingarnar eru í gongd, og klaksvíkingar plaga at duga væl at gera dagin sera áhugaverdan, sum ein familjudag, har eisini verður høvið hjá børnum og vaksnum at síggja livandi fiskar, krabbar, krossfiskar og annað í kørum á bryggjuni.
Tað eru eini átta fólk, sum beinleiðis standa aftanfyri sjómannadagin, og millum hesi eru Niclas Heri Joensen og John William Joensen. Uppundir endan av fyrireikingunum eru nógv fólk í sving, og í morgun sigur John William, at fyrireikingarnar ganga sum ætlað.
- Hetta er í fyrsta lagi ein familjudagur, har fokus verður sett á sjóvinnu og ymiskt, sum hevur tilknýti til hesa. Tað kostar einki at koma inn á økið og fylgja við og uppliva tað, sum fer fram og annars hugna sær saman hendan dag. Vit hava einki tilvoli ella aðrar stevnuaktivitetir, sum noyða foreldur at brúka pengar saman við børnunum.
Hann vísir á, at nú sjómannadagurin verður hildin saman við 100 ára degnum hjá Klaksvíkar kommunu, verður kortini ein kabarett sýnd á nýggju brandstøðini hjá kommununi, sum atgongugjald verður tikið. Kabarettin er ein gjøgnumgongd av mentanarsøguni hjá Klaksvíkini.
- Vit plaga eisini at enda leygarkvøldið við bryggjudansi, men nú dagurin verður hildin saman við 100-ára degnum, verður í staðin ein 100-ára konsert í Badmintonhøllini, ið endar við 100-ára dansi, sum eisini verður í Badmintonhøllini út á náttina.
John William leggur dent á, at tiltøkini, sum beinleiðis verða hildin í sambandi við sjómannadagin, eru øll ókeypis, meðan nøkur av tiltøkunum, sum eru reist á føtur í sambandi við 100-ára dagin, kosta atgongumerki.
Hol verður sett á sjómannadagin í Klaksvík hósdagin, tá skipað verður fyri fiskikapping á bryggjuni. Síðan verður farið í tveimum skipum út á fjørðin at kasta út fløskupost, og tá skipini koma innaftur, verður sjórænarakríggj, sum tey rópa tað.
So longu hósdagin sleppa børnini at uppliva tær fyrstu stuttligu løturnar í sambandi við tiltakið.
Stórur áhugi
Sjómannadagurin endar við sjómansgudstænastu í Christianskirkjuni í Klaksvík sunnudagin, har Hanus Simonsen, prestur, prædikar.
Tað eru Klaksvíkar kommuna og Norðoya Sparikassi, sum eru fíggjarligir høvuðsstuðlar aftanfyri sjómannadagin í ár.
John William Joensen sigur, at í fjør mettu fyrireikararnir, at eini 4.000-5.000 fólk vóru til dagin í Klaksvík, og alt bendir á, at stórur áhugi er fyri degnum aftur í ár, tí fleiri hava spurt seg fyri um dagin.
- Hetta hevur verið eitt gott og væleydnað tiltak, og vit halda, at fólk enntá eru farin at leggja sær frídagar um hetta mundið, tá dagurin verður hildin her norðuri.
Ein fastur táttur á sjómannadegnum er seglskipini og træbátarnir við seglum umframt aðrir bátar, sum leita sær norður til Klaksvíkar at verða við til hetta forvitnisliga tiltak, sum nú hevur fest røtur í okkara fiskivinnuhøvuðsstaði.
Leygarmorgunin byrjar sum áður við stórum morgunmatarborði á bryggjuni í Klaksvík.