Klaksvíkingar fáa nýggjan skúla

SKÚLABYGGING um tvey ár verður farið undir at gera ein spildurnýggjan skúla í Klaksvík

- Hetta verður eitt sera stórt framstig fyri okkara børn og fyri skúlaskapin í Klaksvík.
Tað sigur Jógvan Skorheim, formaður í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði.
Tað, hann sipar til, er, at Klaksvíkar Býráð samtykti á fundi í gjárkvøldið at byggja ein nýggjan skúla.
Skúlin verður bygdur ístaðin fyri Skúlan á Ziskatrøð, sum er gamal illa slitin og ikki tíðarhóskandi longur.
Nýggjasti parturin av skúlanum á Ziskatrøð er frá 1961, stendur á heimasíðuni hjá skúlanum, so nú hevur hann tænt fyri seg, halda tey í Klaksvíkar Býráði.
Nýggi skúlin verður eisini bygdur á sama staði, sum skúlin á Ziskartrøð nú stendur.
Í tí sambandi er ætlanin at taka skúlan á Zisktatrøð niður og at byggja nýggjan skúla ístaðin.

Byggjast í stigum
Fyri at órógva skúlagongdina sum minst, verður fyrst bygt nýtt og so verður tað gamla tikið niður, so hvørt, sum bygt verður.
Sostatt verður skúlin bygdur í stigum.
Jógvan Skorheim sigur, at býráðið hevur samtykt, at næsta ár skal seinasta hond leggjast á fyrireikingarnar til at byggja skúlan.
So verður arbeiðið boðið út og sjálv byggingin skal byrja í 2014, beint eftir at nýggja røktarheimið er liðugt.
Hvussu leingi tað er at byggja skúlan er eitt sindur óvist, men formaðurin í mentanarnevndini metir, at tað fer at taka eini trý, fýra ár at byggja skúlan.
Tað verður pláss fyri 400 - 430 næmingum á nýggja skúlanum, sum kostar 70 milliónir at byggja.
- Byggibólkurin fyri skúlan á Ziskatrøð leggur stóran dent á, at nýggi skúlin verður bygdur út frá einum námsfrøðiligum sjónarvinkli, sigur Jógvan Skorheim.
Sostatt hava nógv fólk við ymsari servitan verið við í tilgongdini, soleiðis at úrslitið skal verða so gott sum gjørligt.
Skúlin fer sostatt at lúka øll nýmótans krøv til flokshøli, útgerð og serstovur.
Men tað verður eisini ein stór skúlahøll í honum, sum kann vera felags við skúlan við Ósánna.
Tá ið nýggi skúlin á Ziskatrøð verður liðugur um eini fýra, fimm ár, hava tey tveir nýggjar, stórar skúlar í Klaksvík, tí tað er bara eitt ár síðani at nýggi skúlin við Ósánna varð tikin í nýtslu.