Klaksvíkingar kunnu so smátt byrja at gleða seg til nýggju rennibreytina í býnum. Klaksvíkar kommuna og byggifyritøkan Kanjon undirskrivaðu í vikuni sáttmála um at byggja eina rennibreyt og ein eyka fótbóltsvøll. Tað boðar kommunan frá á heimasíðu síni.
Eftir ætlan verða bæði rennibreytin og fótbóltsvøllurin liðug í 2019. Upplýst verður, at rennibreytin lýkur øll neyðug krøv, meðan nýggi fótbóltsvøllurin verður á stødd við ein vanligan fótbóltsvøll. Endamálið við honum er at gera umstøðurnar rundanum ítróttarøkið betri og rúmligari.
- Signhild V. Johnannesen, forkvinna í mentanarnevndini, fegnast um, at sáttmálin nú er undirskrivaður. Hon vísir eisini á tað neyðuga, at byggingin leggur upp fyri víðari útbygging av svimjihøllini, soleiðis at ítróttarøkið í Klaksvík verður ment sum ein heild, skrivar Klaksvíkar kommuna á klaksvik.fo.