Klaksvíkingar halda fram á Skála

Niels Pauli Danielsen og Heðin Klakstein spæla eisini við Skála í 2019. Tað boðar felagið frá í dag. Teir hava báðir havt stóran leiklut á liðnum hjá Skála farna kappingarár.

 

29 ára gamli Niels Pauli Danielsen hevur gjørt ein tvey ára sáttmála, meðan Heðin Klakstein hevur gjørt ein eitt ára sáttmála. Báðir hava sín uppvøkstur í KÍ. Niels Pauli Danielsen er sonur Olgar Danielsen, meðan Heðin Klakstein er sonur venjara, Eyðun Klakstein, ið báðir eru kendir sum áleyparar í KÍ í sínum døgum.

 

- Niels Pauli Danielsen er 29 ára gamal. Hann hevur spælt 190 dystir í bestu deildini og hevur skorað 22 mál. Hann kann røkja fleiri pláss á vøllinum. Heðin Klakstein er 25 ára gamal. Hann hevur spælt 142 dystir í bestu deildini og hevur skotið 22 mál. Hann hevur fyri tað mesta spælt sum álopssinnaður miðvallarspælari, skrivar Skála.

 

Skála bleiv í ár nummar seks í Betri deildini hjá monnum.