SIGURSLEYSIR
Størstu framgongdina í kappróðri seinastu tvey árini munnu klaksvíkingar hava havt. Í fjør vunnu tríggjar manningar hjá teimum FM, og tað var heilt óvanligt, so stórur var áhugin millum stuðlarnar at fylgja við og taka ímóti, tá bátar og manningar komu aftur av stevnum og søkum við gulli og skreyti.
Nú hevur ikki hilnast so væl. Á norðoyarstevnu vunnu tvær manningar, á Skálafjørðinum vann ein manning, og í Hósvík áttu klaksvíkingar fyri fyrstu ferð síðani í 2000 onga manning, sum kom fyrst á mál.
? Men vit hava ikki mist mótið, og hóast vit ikki hava vunnið so nógv í ár, so halda vit framvegis, at tað gongur rætta vegin. Hetta skal skiljast soleiðis, at meðan vit í fjør bara áttu triggjar manningar, sum vunnu, og so onga aðra manning, sum gjørdi seg galdandi, so hava vit nógv størri breidd í ár. Tað hava úrslitini eisini víst.
Tað er Martin Venned, sum vit tosa við. Hann hevur ábyrgdina av allari venjingini hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Hann er sjálvur við til at manna 10?mannafarið Klaksvíking, og hann hevur gott mót um, at manningarnar hjá klaksvíkingum framvegis kunnu gera seg galdandi.
? Í fjør vóru tað fyrst og fremst konufólkini, sum vunnu. Nú eru fleiri mannfólkamanningar komnar upp millum tær bestu. Vit fara á jóansøku við fimm manningum, sum vit vita kunnu blanda seg í stríðið um fremstu plássini. Tað er sera hugaligt. Um vit fara at vinna, dugi eg ikki at siga. Tað valdast um fleiri viðurskifti, men vit hava avgjørt møguleika at vera við í kappingini.
Men tit vunnu nógv í fjør?
? Kanska onkur helt tað vera lætt at vinna, tá tað gekst so væl hjá okkum í fjør. Eg haldi, at kappingin er vorðin uppaftur størri, enn hon var í fjør. Tá roknaðu hini kanska ikki so nógv við okkum. Tað bar til at vinna, tí venjingarstøðan kanska var betri, enn hon var hjá fleiri av hinum, men soleiðis er tað ikki í ár. Í øllum kappingunum eru tað fleiri manningar, sum eru sera væl fyri, heldur Martin Venned.
Manningarnar, sum Martin Venned hevur ábyrgdina av, fyrireika seg til jóansøkuna og til hinar báðar kappingarnar, sum framvegis eru eftir, og Martin heldur, at tað er so mikið tætt í kappingunum, at tríggjar av manningunum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag framvegis hava møguleika at vinna FM.
? Men so skal væl vita við. Tað er sera torført at endurtaka eitt sovorðið róðrarár, sum manningarnar hjá okkum høvdu í fjør. Men hugburðurin er góður.
Tú ert ikki bangin fyri, at tað fer at detta niður fyri hjá tykkum, nú tað ikki hevur hilnast so væl í ár?
? Avgjørt ikki. Tey ungu eru við at koma fyri seg, og eg ivist ikki í, at kappróðurin í Klaksvik eisini fer at hava tað gott komandi árini.