Klaksvíkingar økja um leiðsluna

Oddaliðið úr Klaksvík gjørdu bart tá teir hittu botnliðið av Toftum í 7. umfari og havnarmenn vunnu somuleiðis góðan sigur á hvalvíkingum

Talv

Eftir at havnarmenn vunnu greiðan 3-1 sigur á hvalvíkingum, tykist tað sum um, at teir eru teir einastu sum kunnu órógva oddaliðið úr Klaksvík.
Hvalvíkingar høvdu ein feskan 4-0 sigur í skjáttuni frá seinastu viku (móti kollfirðingum). Og teir fingu av øllum at døma eisini nakrar góðar støður á talvborðunum móti havnarmonnunum. Rógvi W. Rasmussen og Martin Brekká høvdu báðir ávísar møguleikar ímóti ávíkavist Martini Poulsen og Boga Ziska, men bæði talvini endaðu við javnleiki.
Uppgerðirnar á 2. og 4. borði vunnu havnarmenn. Olaf greiddi sína uppgávu móti tí annars støðugt vælleikandi Finnbjørn Zachariassen og Helgi D. Ziska vann sítt fyrsta talv í ár, ímóti Gunnari Joensen. Havnarmenn vunnu síni talv við hvítum og leikti javnt har teir høvdu svarta fólkið.
Klaksvíkingar, við Heina Olsen á 1. borði, vunnu ruddiliga 4-0 á toftamonnum. Finnbjørn Vang vann aftur, hesaferð á Jústines Hansen, og er nú saman við Olaf Berg, toppskorari í 1. deild við 6,5 stigum fyri sjey talv. Við sigrinum rógva klaksvíkingar aftur frá hinum liðunum. Bert trý umfør resta í.
Í Vestmanna vóru kollfirðingar á vitjan. John Rødgaard og Hans Kristian Simonsen leiktu javnt. Brøðurnir Torbjørn Thomsen og Bernhard Thomsen vunnu á ávíkavist Jákup á R. Andreasen og Mogens Nielsen. Samson Højgaard stóð fyri einasta pinninum vestmenningar fingu, tá hann vann á Eyðálvi Johannesen. Sostatt ein 2,5-1,5 sigur til kollfirðingar, sum nú hava eins nógv stig sum júst vestmenningar.
Í 2. deild eru klaksvíkingar eisini á odda. Og leiðslurnar teir hava í báðum deildunum er júst tann sama: hálvttriðja stig niður til næsta liðið! Klaksvíkingar vunnu toppdystin á sandavágsmonnum í vikuskiftinum og tykjast nú ikki at kunna steðgast.

Sorl í Keypmannahavn
Føroysku útisetarnir fingu ikki nógv burturúr dystinum móti Brønshøj, sum vunnu heili 6,5-1,5 á okkara monnum. Eitt óvæntað skrædl. Einans John Arni Nilssen og Carl Eli N. Samuelsen ognaðu sær stig sunnudagin. John Arni vann eitt gott talv á IM Kim Pilgaard og Carl Eli leikti javnt móti IM Bjørn Brinck-Claussen.
Hinir seks á liðnum taptu allir tíverri. IM Nikolaj Borge telvaði væl móti GM Tiger Hillarp-Persson, men tapti finnuendatalvið. Flóvin bleiv spakuliga kroystur niður í sekkin móti vinmanninum Thorbjørn Bromann, meðan eykamaðurin á 8. borði Ian Leyni leikti sindur eitt óneyvt í miðspælinum og varð revsaður.
Heini Danielsen kærdi seg eftir talvið um idéleysa telving. Hann tapti uttan nakrantíð at fáa nakað mótspæl í gongd. Hinvegin høvdu Terji Petersen og Pól Martin Hansen góðar støður, sum teir av røttum ikki átti at hava tapt, men einki gekst til vildar hjá útisetum hesaferð í bestu donsku deildini.
Liðið hevur nú fimtan stig eftir fýra umfør og fór eftir skrædlið sunnudagin frá einum deildum øðrum plássi niður á sætta pláss(!). Tó er eingin niðurflytingarvandi á ferð. Málið er enn topp fýra. Fimta umfar verður 6. februar og tá hitta føroyingar K 41. Sí annars støðuna aðrastaðni í blaðnum.
Wijk aan Zee
Siðvanda Corus-kappingin í Wijk aan Zee fór leygardagin av bakkastokki. Allir í topp 10, undantikið Garry Kasparov, eru hjástaddir. Fjúrtan telvarar, trettan umfør. Eisini er ein B-bólkur og C-bólkur, sum báðir eru rættiliga vælmannaðir. Eitt nú luttaka Predrag Nikolic (2676) og Peter Heine Nielsen (2648) í B-bólkinum.
Tvey umfør eru leikt og einsamallur fremstur í A-bólkinum er Veselin Topalov, ið hevur fult stigatal. Hann hevur vunnið á Ruslan Ponomariov og Vladimir Kramnik. Einans tjúgu leikir við svarta fólkinum nýtti bulgarski topptelvarin fyri at koppa Kramnik!
Peter Leko vann eisini við svarta fólkinum sunnudagin. Hetta var ímóti favorittinum Viswanathan Anand. Millum luttakararnir eru Judit Polgar, Peter Svidler, Alexander Morozevich, Michael Adams, Judit Polgar og onnur fræg nøvn. Meira verður at frætta um kappingina í næstu viku.