ÓLAVSØKUGUDSTÆNASTAN: Tá skrúðgongan við løgmanni, landsstýrisfólkum, løgtingsfólkum, prestum, embætisfólkum og øðrum kom í Dómkirkjuna fyri løtu síðani, vórðu tey møtt við sangi frá kórinum í Christianskirkjuni í Klaksvík.
Við gudstænastuna fara tey at syngja tveir sangir, umframt at tey stuðla sálmasanginum og syngja øll aftursvarini fleirræddað. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at eitt kór úr Klaksvík luttekur við hesa hátíðarligu gudstænastuna.
Tað var Gudmund Mortensen, ið er urguleikari í Dómkirkjuni sum vendi sær við fyrispurningi um hetta til starvsfelaga sín í Christianskirkjuni, Jóhannu Johannessen, og sum eisini er forkvinna í kórinum.
- Hetta hildu vit í kórinum vera eina so mikið stóra álitisváttan, at vit kundu ikki siga nei til hesa áheitanina, sigur Jóhanna Johannesen við Portalin.
Kórleiðarar eru Jóhanna Johannessen og maður hennara, Ólavur F. Johannessen.