Klaksvíkingar vóru illa sperdir

Vágamenn høvdu stórar møguleikar at avgera sær til fyrimunar, áðrenn teir ikki orkaðu meiri, og so skoraði KÍ tvey flott mál

 

KÍ-FS Vágar 2-0 (0-0)


Fótbóltur


Klaksvíkingar vunnu sunnudagin trý kærkomin stig. Eftir 4?0 og 5?0 tap kom tað væl við hjá KÍ, at teir megnaðu at basa botnliðnum, og tað mundi kennast sum ein orduligur lætti. Tí sannleikin er, at tað leyp einki av hjá KÍ.

FS Vágar var ikki komið til Klaksvíkar at spæla fyrstu violin í undirhaldi. At teir taptu 2?0 er at liva við. Avrikið bar boð um, at tað hjá Albertil Ellefsen og Jonhardi Joensen gongur rætta vegin. FSV fer at fáa okkurt stigið afturat, og tað skuldi ikki undra, um tað verður undan summarsteðginum.

Men tað er einki at siga til, um vágamenna iðra seg um, at teir einki fingu við til hús. Tí sannleikin er, at teir høvdu tríggjar risastórar møguleikar at leggja seg á odda. Tann fyrsta fingu teir beinanvegin, men lobbarin hjá Tór?Ingari fór í føvningin á Meinhardi Joensen, sum royndist fínur aftasti skansi hjá KÍ. Í 2. hálvleiki, tá KÍ hevði hug at flyta seg alt longri fram, vóru bæði Sonni Johansen og Tór?Ingar Akselsen púra leysir við KÍ málverjanum, men Meinhard kom væl út og blokeraði skotroyndirnar.

Um onkur av hesum royndunum hevði givið mál, hevði FS Vágar ivaleyst fingið eyka orku. Gongdin hesa ferð var tann, at tað í 2. hálvleiki gjørdist alt týðuligari, at venjingarstøðan er ikki tann, sum hon eigur at vera, og so taptu teir.


Sjálvsálitið

KÍ liðið var týðuliga merkt av, at spælararnir nýliga høvdu lagt rygg til tvey stórtap. Fyrsta stóra tíman var ferðin lítil, møguleikarnir at spæla vóru ov fáir hjá bólthaldaranum, mesta samanspælið var tvørtur um aftarlaga á vøllinum, og vandamiklu gjøgnumbrotini í borðunum vóru fá ella rættari sagt næstan eingi.

Endin á álopunum var oftast, at høgir bóltar vórðu lyftir inn í brotsteigin, og har hevði tryggi FSV málverjin, Arturas Ramoska, mest at siga, og harafturat vóru FSV verjuspælararnir við Jack Johansen á odda rættuliga stinnir.

Sum seinna umfarið leið, datt alt meiri á FSV hálvuna, men tað var lítið, sum bendi á mál. Skotroyndirnar úti frá restaðu, og hugflogið í samanspælinum varð ikki størri.

So var tað, at ein av ungu monnunum tók søkina í egnar hendur. Símun Joensen sveiggjaði vinstra beinið, og úr 22 metrum og eitt lítið vet til vinstru streyk bólturin umvegis handara stólpan og í netið. Áskoðarafjøldin vaknaði, spælararnir tordu betur, og tá luftin í gestunum var burtur, sóust síðstu løtuna fleiri væl spæld álop.

Alexander Djordjevic snittaði við fremra stólpan til 2?0. Innleggið úr vinstru átti Rógvi Laksáfoss, sum er ein av ungu og evnaríku KÍ monnunum. Hann var stutt frammanundan komin á vøllin ? fyri fyrstu ferð í landskappingardysti.


Framtíðin

Vágamenn taptu, men teir hava orsøk at byggja víðari upp á tað, sum teir vístu. Fyrsta treytin er at venjingarstøðan verður betur, enn hon er. Sum vit nevndu í síðstu viku, so verður neyðugt hjá Alberti Ellefsen, Jonhardi Joensen og spælarunum at fáa konditiónina upp á pláss, áðrenn tað fyrst í august verður farið undir tey síðstu átta umførini. At nógvir ungir vágamenn eru á liðnum, átti at gjørt tað hugaligt.

Í Klaksvík hevur stórur turbulensur verið tær seinastu vikurnar, og spurningurin er framvegis, um bylgjurnar hava lagt seg.

Tað verður aftur og aftur sagt, at teir eru mitt í ættarliðsskifti, men tað er ikki altíð so lætt at fáa eyga á nýggja ættarliðið. Hesa ferð vóru fýra av nýggju monnunum við frá fyrsta bríksli: málverjin Meinhard Joensen, verjuspælarin Atli Danielsen, miðvallarin Símun Joensen og álopsmaðurin Hjalgrím Elttør. Afturat teimum komu Erling Fles og Rógvi Laksáfoss á vøllin. Spuringurin er so, um KÍ fer at varðveita unga fólkið í eini tvey ár, ella um teir, sum tað ofta hevur víst seg áður har norðuri, fara aðra staðni, tá teir eru búnir at lyfta liðið fram til sigrar og harvið heiðursmerkjapláss.


KÍ-FS Vágar 2-0 (0-0)

1-0: Símun Joensen 80

2-0: Aleksander Djordjevic 85

Dómari: Birgir Sondum (B36)


KÍ: Meinhard Joensen ? Atli Danielsen, Jan Andreasen, Niclas Niclasen ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Tomislav Sivic, Símun Joensen, Rúni Elttør ? Alexander Djordjevic, Hjalgrím Elttør

FS Vágar: Arturas Ramoska ? Ruslan Screlea, Vlad Osipov, Poul Kjartan Thomsen, Jack Johansen ? Tór?Ingar Akselsen, Hannus Olsen, Jan Nielsen, Kim Poulsen ? Sonni Johansen, Petur Niclasen