Klaksvíkingur fekk fult fyri fyrstu ferð

Erla Kongsdóttir snýtti FM vinnaran Hvassa, og Gongurólvur megnaði í síðstu tøkunum at taka ólavsøkusigur og FM frá Hvessingi, men tað var eingin slingur í valsinum hjá Klaksvíkingi, sum fyri fyrstu ferð nakrantíð eyndaðist at vinna FM við fullari úrtøku, soleiðis sum Eysturoyingur og Havnarbáturin eisini hava megnað tað í hesi øldini

Tað var gott lag á kappróðrarhugaðu klaksvíkingunum ólavsøkuaftan. Tað sást eitt nú, tá ið 10-mannaførini komu inn ímóti dráttinum, eftir at síðsti kappróðurin í 2011 var liðugur. Har stóð ein rúgva av norðoyingum og bíðaði, og fegnu rógvararnir nýttust ikki at seta nógv á fyri at fáa flaggskipið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag upp á land.
Orsøkin fyri stóra fagnaðinum og góða lagnum var eyðsýnd. Fyri sjeyndu ferð í ár hevði tað eydnast Klaksvíkingi at koma fyrstur á mál. Sigurin var sannførandi, tí munurin aftur til Vestmenning var ein bátslongd.
Hesa ferð luttóku fýra bátar, og Hoyvíkingur vann kappingina við Ormin Langa um triðja plássið.
FM heitið var tað triðja hjá Klaksvíkingi, og sigurin var kanska søguligari, enn sigrarnir vóru í 2006 og 2009, hóast teir sjálvandi eisini mundu kennast søtir. Tað søguliga í FM heitinum í ár er, at hetta er fyrsta ferðin nakrantíð, at tað hevur eydnast Klaksvíkingi at vinna meistaraheitið við fullari úrtøku.
Tá ið Klaksvíkingur vann FM í 2009 var tað eftir at hava vunnið fimm sigrar, og í 2006 vann hann FM, eftir at hava vunnið fýra róðrar. Í 2009 vann Eysturoyingur tveir róðrar, og í 2006 vann Eysturoyingur tríggjar róðrar.
Tað er tvær ferðir áður komið fyri í hesum túsund árinum, at eitt 10-mannafar hevur vunnið FM við fullari úrtøku.
Seinna ferðin var í 2007, tá ið Eysturoyingur vann allar sjey róðrarnar. Tað árið var Vestmenningur næstfremstur allar sjey ferðirnar á sama hátt, sum Vestmenningur allar sjey ferðirnar í ár hevur verið argasti kappingarneytin hjá meistaranum og hvørja ferð næstfyrstur.
Fyrra ferðin var í 2001. Tað árið varð kappast seks ferðir, og Havnarbáturin vann allar seks ferðirnar. Tað árið var Vestmenningur nummar tvey fimm ferðir og Eysturoyingur eina ferð.
Tað er ikki komið fyri síðani 2004, at tað í kappingini millum 10-mannaførini hava verið fleiri enn tveir vinnarar í einum kappingarári. Tað árið vann Vágbingur eina ferð, Nólsoyingur tríggjar ferðir og Havnarbáturin, sum vann FM á Ólavsøku, vann tríggjar róðrar.
Ólavsøkuaftan var teinurin bara 900 metrar, og tí vórðu fyritreytirnar hjá vestmenningum mettar kanska at vera betri, enn tær hava verið undanfarnu ferðirnar.
Vestmenningur og Klaksvíkingur løgdu bragdliga fyri, og teir lógu stavn um stavn fyrra partin av teininum. So fór tað at vísa seg, at tøkini hjá klaksvíkingum vignaðust betri, og hálvur skutur gjørdist til skut og síðani til hálva bátslongd. Á málinum var munurin tvey sekund ella tað mesta av einari bátslongd.
Leygarkvøldið varð skipað fyri móttøku í miðbýnum í Klaksvík og seinni sama kvøldið skipaði Klaksvíkar Róðrarfelag fyri ársveitslu. Umframt mettalið í sigrum hjá Klaksvíkingi var tað á Ólavsøku merkisvert, at tað stemmaði so væl hjá Nevinum Reyða, sum var um reppið at taka Argjabátin, og hetta tilsaman man boða frá, at tað er meiri í væntu frá klaksvíkingum, sum søguliga ikki hava bestu kappróðrarúrslitini í landinum at vísa á.
Undan Ólavsøku varð møguleikin nevndur, at tað skuldi eydnast at gera av við okkurt ólavsøkumetið. Hetta eydnaðist ikki hjá Klaksvíkingi, og heldur ikki í nakrari aðrari kapping eydnaðist tað at koma í nánd av bestu ólavsøkutíðini.

Gongurólvur í síðstu løtu
Havnar Róðrarfelag er vertur fyri ólavsøkuróðrinum, og hóast talan hevur verið um rættuliga soltið ár hjá HR, so eydnaðist tað á Ólavsøku at vinna eitt FM heiti. Tí syrgdu kvinnurnar á Gongurólvi fyri.
Talan var um sannan finaluróður, tí Hvessingur og Gongurólvur hava vunnið mest sum aðru hvørja ferð. Merkisvert hevur tað verið, at talan hevur í øllum førum verið um sannførandi sigrar.
Á Ólavsøku var talan um sera tætta kapping. Fram ímóti málinum var Hvessingur klárt á odda, men so spentu tær á Gongurólvi í, og við rimmar endaspurti eydnaðist tað teimum at vinna einasta FM heitið til Havnar Róðrarfelag og sjeynda FM heitið í hesi kappingini.

Erla snýtti Hvassa
Undan ólavsøkuróðrinum høvdu genturnar á Hvassa mest sum tryggjað sær FM heitið, og tað eydnaðist teimum fyri aðru ferð at vinna FM.
Men á Ólavsøku vóru tað tær í Fuglafirði, sum vunnu og harvið syrgdu fyri kærkomnum endaspurti upp á róðrarár, har tær vunnu á Sundalagsstevnu og so á Ólavsøku. Í báðum førum var vónbrotið hjá meistarunum á Hvassa stórt, tí tær taptu í heimasjógvi og so á Ólavsøku.
Fyrra helmingin av róðrarteininum ella meiri enn so var tað Spógvin hjá Róðrarfelagnum NSÍ, sum setti dám á. Spógvin fekk besta startin, og Spógvin var klárt á odda, inntil málið var meiri enn hálvrógvið. So var tað, at Erla Kongsdóttir og Hvassi rættuliga bjóðaðu av, og í endaspurtinum vóru tað tær úr Fuglafirði, sum vóru tær drúgvastu.
Stigatalvan sigur, at Hvassi er verdugur meistari – seks stig frammanfyri Erlu Kongsdóttir.



10-mannafør
1 Klaksvíkingur 04:02.18
2 Vestmenningur 04:04.17
3 Hoyvíkingur 04:10.01
4 Ormurin Langi (RK) 04:13.00

Endaliga støðan
1 Klaksvíkingur 49
2 Vestmenningur 42
3 Hoyvíkingur 35
4 Ormurin Langi (RK) 4

5-mannafør gentur
1 Erla Kongsdóttir 04:53.16
2 Hvassi 04:54.21
3 Spógvin 04:56.08
4 Sílið 05:03.19
5 Drekin 05:07.16
6 Tambar 05:10.22
7 Beinta 05:11.01

Endaliga støðan
1 Hvassi 47
2 Erla Kongsdóttir 41
3 Beinta 31
4 Spógvin 30
5 Sílið 19
6 Drekin 8
7 Tambar 5
8 Teistin 3
9 Ørnin 3

Barnaróður dreingir
1 Spógvin 02:33.11 (FM)
2 Junkarin 02:33.19
3 Fípan Fagra 02:36.12
4 Firvaldur 02:38.10
5 Tambar 02:41.16
6 Frúgvin 02:45.00
7 Havfrúgvin 02:45.19
8 Teistin 02:46.15

Barnaróður gentur
1 Jallurin 02:37.07
2 Ørnin 02:38.05
3 Blikur 02:38.08 (FM)
4 Royndin Fríða 02:40.18
5 Tambar 02:43.04
6 Hulda 02:43.15
7 Pílur 02:48.09
8 Havfrúgvin 02:51.02
9 Firvaldur 02:51.06



Er tað møguleiki at seta hetta í kassa á evt. annan lit sum bakgrund??
Stevnusigrar 2000-2011

Jarnbardur kvinnur
45
Argjabáturin
31
Sílið kvinnur
29
Eysturoyingur
26
Tjaldrið dreingir
19
Klaksvíkingur
17
Sundabáturin menn
16
Gongurólvur kvinnur
16
Havnarbáturin
16
Hvassi gentur
15
Heiðabáturin
14
Riddarin menn
14
Nevið Reyða
12
Blikur dreingir
11
Frúgvin kvinnur
11
Erla Kongsdóttir kvinnur
11
Kvívíkingur
11
Fram til og við 2002 varð kappast í seks FM kappingum hvørt árið. Síðani 2003 hevur verið kappast í sjey FM kappingum hvørt árið. Allar bátastøddir hava luttikið øll tólv árini uttan 5-mannaførini við gentum. Fyrsta árið, sum tey luttóku, var í 2005.
Jarnbardur við kvinnum er tann báturin, sum hevur vunnið flest róðrar síðani 2000 – 45.



Er tað møguleiki at seta hetta í kassa á evt. annan lit sum bakgrund????
Flest FM sigrar
1973-2011
2000-2011
Havnarbáturin
13
3
Sílið kvinnur
12
4
Jarnbardur kvinnur
11
7
Argjabáturin
11
5
Sílið dreingir
8
3
Hvessingur menn
8
1
Gongurólvur kvinnur
7
2
Ørvur
7
1
Eysturoyingur
7
5
Havnarbáturin er framvegis tann báturin, sum síðani tað varð farið undir FM kappingina í tí líki, sum tað framvegis verður kappast, hevur vunnið flest sigrar. Síðsta ferðin, at Havnarbáturin vann FM, var í 2008, tá ið hann vann fýra róðrar. Síðani tá hevur Havnarbáturin ongan róðurin vunnið.
6-mannafarið Jarnbardur við kvinnum er tann báturin, sum hevur vunnið flest FM heiti síðani 2000 – 7.