Í ár verður talan um NSÍ, EB/Streym, B36 og KÍ, ið fara at kappast um heiðurin, ið HB vann sær í fjør.
Sum nakað nýtt, hevur KÍ í ár valt at fyriskipa einari serligari kapping fyri »Føroya bestu dreingjum«, ið er kapping millum bestu liðini úr Dreingjadeildini í føroysku kappingini. Her er talan um liðini TB/VB, HB og KÍ.
Hesin nýggi táttur byrjar leygarmorgunin klokkan 9:00, og síðani fara ymisk fjølbroytt tiltøk at mynda vikuskiftið í Klaksvík. Millum annað verða ymsar forkunnugar vitjanir í Café KÍ, har gott ábit eisini er at fáa.
Nevnast kann, at millum gestirnar á Café KÍ vera millum annað Eyðun Klakstein, Heðin Askham, Johan Nielsen og Sigfríður Clementsen, ið eru formuladeildsvenjararnar, ið kappast hetta vikuskiftið, eisini kemur Uni Arge at undirhalda við gittar og sangi, har hann framførur sangir av nýggju fløgu síni