Klaksvíkar býráð samtykti á býráðsfundi hin 29. januar at seta bygningin Ídni á Faktorsvegi 13 í Klaksvík til sølu. Talan er um bygning, sum stendur á leigulendi.
- Endamálið við søluni er at finna bestu virkisætlanina fyri bygningin í Klaksvík. Sølan er treytað av, at boðgevari lýsir og fremur best skikkaðu virkisæltan fyri komandi virksemi í bygninginum.
Í Klaksvíkar kommunu seta tey sum treyt, at bygningurin kemur at hýsa virksemi, sum á ein ella annan hátt kemur borgarunum í Klaksvíkar kommunu til gagns.
- Nýtslan skal stuðla undir virðisøking av økinum runt um Klaksvíksgarð og havnalagið og verða við til at skapa virksemi, sum gagnar bæði borgarum og vinnulívinum.
Prísuppskotið hjá Klaksvíkar kommunu fyri bygningin er ein hálv millión.
Í kommununi vísa tey eisini á, at virkisætlanin fyri bygningin skal innihalda:
* Visjón og endamál
* Nýtsluætlan
* Fíggjarætlan
* Tíðarætlan
- Tað stendur kommununi frítt at velja millum innkomin tilboð ella einki at taka.
Lagt verður aftrat, at kommunan eisini hevur møguleika at taka av lægri boði enn hæsta boði, um hetta tænir sakligum kommunalum áhugamálum.
- Seinasta freist at lata boð inn er 16. mars 2026 klokkan 12, og meira um hetta er at lesa á heimasíðuni - www.klaksvik.fo











