Klaksvíkar Sjúkrahús 125 ár

At hava havt eitt sjúkrahús í Klaksvík í 125 ár, er nakað serligt, og tað hava tey hátíðarhildið í Klaksvík í dag.

(Kelda og myndir: Klaksvíkar Sjúkrahús)

Í dag hevur hátíðarhald verið í sambandi við, at Klaksvíkar Sjúkrahús er 125 ár.

 

– Tað er stórt og tað hava vit markerað, skriva tey frá sjúkrahúsinum.

 

– Vit hava havt vitjan av hornorkestrinum, sum spældi nøkur løg, tá fólk komu til arbeiðis í morgun, ordiligur hátíðardámur. Starvsfólk ynsktu hvørjum øðrum tillukku og vit hava fløgg og blómur á borðinum, so hugnaligur stemningur. Køkurin gjørdi ein deiligan døgurða og fólk góvu sær tíð at njóta máltíð og samveru. Eisini hava vit havt flottar lagkøkur, so starvsfólk kundu fáa ein søtan bita seinnapartin. Sami rættur var á matarlepanum til sjúklingar og tey hava eisini fingið lagkøku seinnapartin.

 

At hava havt eitt sjúkrahús í Klaksvík í 125 ár, er nakað heilt serligt. Greitt verður soleiðis frá:

 

– At fara frá einum læknahúsi og økislækna, til eitt sjúkrahús, hendi ikki yvir nátt. Norðoyingar og eysturoyingar savnaðu pening í nøkur ár, áðrenn sjálvt sjúkrahúsið stóð klárt at taka í nýtslu tann 2. februar 1898.

 

– Síðani 1898 er sjúkrahúsið bygt út og um nakrar ferðir. Fyrst í 1960’unum varð bygt út og seinasti parturin varð bygdur uppí í 1988. Í 1984 stóð Norðoya Røktarheim, sum er bygt uppí sjúkrahúsið, liðugt, og tá fekk sjúkrahúsið stóran køk, goymslu og kapell. Síðani tá er ikki bygt út, men nógv er bygt um. Tørvurin er broyttur, og sjúkrahúsið hevur tillagað seg til tørvin og menningina rundan um okkum.

 

– At hava eitt lokalt sjúkrahús hevur havt líka stóran týdning øll hesi árini. At hava stuttan veg til serkøna hjálp, tá tørvur hevur verið á tí, er sjálvandi tað, ið hevur havt størst týdning. Men eisini at hava eitt so gott arbeiðspláss og støðug arbeiðsfólk, ið trívast væl. Og at hava eitt stað, ið lokalsamfelagið hevur staðið saman um at skapa. Tað er nakað serligt og nakað, sum vit eru takksom um.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

(Kelda og myndir: Klaksvíkar Sjúkrahús)