Klaksvíkingar hava í altár havt fokus á at vinna FM og at vinna ólavsøkusigurin. Tað hava teir, tí tað altíð kennist sum serliga søtur FM sigur, tá ið ólavsøkusigurin eisini verður vunnin. Men tað hava teir eisini, tí hetta var triðja árið á rað, at Klaksvíkingur hevði møguleika at vinna bæði FM og ólavsøkusigurin. Hetta var samstundis fimta ferðin, at klaksvikingar hevði møguleika at vinna hetta FM ferðasteypið. Tað eydnaðist at vinna, og harvið hava teir í Klaksvík í dag vunnið bæði ólavsøkusteyp og FM steyp til ognar.
Tá ið bátarnir vóru komnir um málið, var tað eyðsýnt, at tað ikki bara vóru teir ellivu umborð, sum høvdu verið við til at vinna, men at fimm aðrir eisini eiga part í FM heitinum. Ein av teimum er Svein Rógvi Ljósheim Nielsen, sum eftir róðurin á varmakeldu noyddist at mynstra av, tí hann var raktur av blóðtøppi í heilan. Tíbetur er Svein Rógvi komin seg so mikið væl, at hann var millum áskoðararnar í dag, og hann varð tikin umborð stutt eftir at róðurin var av, so hann kundi vera við, tá ið Klaksvíkingur kom skúmandi inn móti dráttinum, har kátir klaksvíkingar og norðoyingar bíðaðu fyri at taka ímóti og í sonnum sigursfagnaði lyftu lættu bátin.
Róðurin í dag myndaðist soleiðis, sum flestu róðrarnir fyrr í summar hava myndast. Klaksvíkingur troðkaði seg beinanvegin skutin framum Suðuroyingin, meðan Havnarbáturin datt eitt sindur afturum. Og sum stutti róðrarteinurin leið, dragnaði tað stútt og støðugt eitt vet millum Klaksvíking og Suðuroying og millum Suðuroying og Havnarbátin.
Sum undanfarnu ferðirnar so fóru teir á Suðuroyingi fyrr undir endaspurtin enn teir á Klaksvíkingi, og tá tødnaði munurin eitt vet. Men so svaraði Klaksvíkingur aftur, og á málinum var munurin tað mesta av einari bátslongd millum teir báðar fremstu, meðan Havnarbáturin var væl meiri enn eina bátslongd aftanfyri Suðuroying.
10-mannafør
1 | Klaksvíkingur | 04:05.04 | ||
2 | Suðuroyingur | 04:07.03 | ||
3 | Havnarbáturin | 04:11.05 |
Endaliga støðan
1 | Klaksvíkingur | 48 | ||
2 | Suðuroyingur | 43 | ||
3 | Havnarbáturin | 35 |