Innanhýsis í Mandela-familjuni klandrast tey um familjugravstaðin, men nú hevur ein suðurafrikanskur dómstólur hevur staðfest, at tey trý deyðu børnini hjá Nelson Mandela skulu flytast aftur til bygdina, Qunu, har tey upprunaliga vóru grivin.
Abbabarn fyrrverandi forsetans, Mandla Mandela (myndin), skal hava flutt líkini av pápa sín og tveimum pápasystkjum úr familjugrøvini í Qunu til eina aðra bygd, Mveso, men hetta hevur rætturin nú kolldømt.
Tey trý børnini hjá Mandela eru, Makaziwe Mandela, sum doyði níggju mánaðir gomul í 1948, Madiba Thembekile, sum doyði 24 ára gamal í eini bilvanlukku í 1969, og Makgatho Mandela, sum doyði 55 ára gamal í 2005.
Sum skilst, ynskir Mandla Mandela eisini, at abbin, Nelson Mandela, sum síðstu vikurnar hevur verið sera heilsuveikur og mest at kalla hevur ligið fyri deyðanum, eisini skal gravast i Mveso.