– Vit hava havt gott samstarv frá liðunum í Onglandi og Danmark. Ikki øll liðini í Føroyum hava – má mann siga – verið eins góð at samstarva við.
Hvat meinar tú við tí?
– Víkingur er eisini í Íslandi, og teir spæla nakrar dystir, og vit fáa ikki Súna og Atla í hópin fyrr enn sunnudagin, so tað er ikki ideella støða, segði Brian Kerr, landsliðsvenjari, við tíðindini hjá Rás2 fríggjadagin.
Sunnudagin helt Brian Kerr fram á sama hátt, og greiddi frá um leikarar, sum spældu 90 minuttir hósdagin og onkur fríggjadagin, og hann metir, at hetta ikki er nakað, sum kann bjóðast einum landsliðið.
Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, sigur seg væl kunna seta seg inn í støðuna viðvíkjandi Atla Gregersen og Súna Olsen, men sigur seg hava sítt at hugsa um.
– Vit høvdu fyrireikað eina venjingarlegu fyri langari tíð síðan, og brádliga kemur Fótbóltssambandið við einum landsdysti. Eg havi eina rúgvu av skaddum leikarum og fleiri leikarar eru farnir úr hópinum, og mánadagin, tá vit koma aftur til Føroya eru bara seks dagar til ein truplan útidyst í steypakappingini. Tað er mín veruleiki, sigur Jógvan Martin Olsen, sum eisini er fyrrverandi landsliðsvenjari og dugir at seta seg inn í støðuna hjá Brian Kerr.
– Eg rokni ikki við, at hann meinar nakað ilt við hasum, og eg skilji hann væl, men nú síggi eg tingini frá einum øðrum sjónarhorni, tí nú eri eg klubvenjari, sigur Jógvan Martin Olsen, sum leggur afturat, at hann og landsliðsvenjarin hava verið í samskifti um leikararnar, og hann helt, at teir høvdu fingið eina støðu, sum báðir høvdu góðtikið.