Klassikarin livir

Seinnu árini hevur VÍF verið greiður favorittur, men nú líkist tað einum rættiligum braki, tá Kyndil kemur á vitjan, og á Skála verður oddabrak millum StÍF og Neistan

Manshondbóltur

Tað er eingin ivi um, at stóri klassikarin í føroyskum manshondbólti stendur millum VÍF og Kyndil. Mangan hava dystirnir verið bæði harðir og tættir, men seinnu árini hevur tað tókst, sum um einkarstøðan hjá VÍF í mansoddinum hevur tikið nakað av spenninginum úr hesum dysti.
Í ár er tó øðrvísi. Bæði tí VÍF longu hevur tapt tvær ferðir, og sostatt hevur avdúkað nakrar veikleikar, men eisini tí Kyndil nú tykist vera betur fyri, enn teir leingi hava verið.

Sámal úti
Hjá VÍF ræður í løtuni kanska mest av øllum um ikki at missa takið í oddinum, so í teirra verð er tað helst bert ein sigur, sum kann góðtakast. Tað mundi tó vera dyggur smeitur fyri gullvánirnar í Vestmanna, at Sámal Joensen nú verður úti fyri restina av hesum kappingarárinum. Sámal meiddi sær knæið herfyri, og nú er so staðfest, at talan er um krossbandsskaða.
Hjá Kyndli vóru hvørki Janus Einar Sørensen ella Hans Áki Dal-Christiansen við seinast, men teir eru væntandi tøkir mikukvøldið. Tað er Hanus Jensen hinvegin ikki. Hann fekk reytt kort móti H71 herfyri, og hevur tískil leikbann.

Oddabrak á Skála
Tveir aðrir dystir eru eisini á skránni mikukvøldið. Í Runavík kemur KÍF á vitjan hjá Tjaldri, og tó at talan er um tey bæði niðastu liðini á stigatalvuni, so er lítið at ivast í, at KÍF eru stórfavorittar. Tilgongdin av útlendsku leikaurunum hevur at kalla hamskift liðið, og eftir at teir fingu tvey stig burtur úr VÍF, er einki at ivast í, at kollfirðingarnir hava sett sær hægri mál enn at vera partur av botnstriíðinum.
Seinasti dysturin er á Skála, har Neisitn kemur á vitjan. Hetta er samstundis talan um tvey av liðunum, sum liggja best fyri í løtuni. Neistin hevur kanska ikki eins stór nøvn, sum teir høvdu í fjør, men liðavrikið hevur hinvegin verið framúr hvørja ferð, og í løtuni eru teir fremstir á talvuni.
Strandingar taptu fyrsta dystin fyri Kyndli, men síðani hevur talan bara verið um sigrar, og fáa teir enn eina ferð fult burturúr, eru teir í øllum førum ájavnir oddaliðnum í deildini, so spennandi verður tað undir øllum umstøðum á Skála.