Í sambandi við Summartónar fer klaversnillingurin Thomas Gooseman at hava solo klaverkonsertir í kvøld og í annaðkvøld Fyrra konsertin hjá Thomas Gooseman verður í kvøld klokkan 20 í Listaskálanum í Havn, meðan tann seinna verður í annaðkvøld klokkan 20 í Fríðrikskirkjuni
Til konsertirnar hevur Thomas Gooseman sett saman eina skrá fyri soloklaver við væl kendum verkum:
5 klaverpetti eftir Carl Nielsen,
brot úr ?Children´s Corner? m.a. hitt kenda Golliwogg´s Cakewalk eftir Debussy,
2 Rhapsodiir eftir Johannes Brahms,
2 Valsir, eina Fantasi-Impromptus og at enda hina kendu Ballduna í g-moll eftir Frederic Chopin.
Inn ímillum verkini greiðir Gooseman frá við smáum søgum, sum hegnisliga knýta verkini saman.
Thomas Peter Gooseman er útbúgvin á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Lærari hansara var spanski klaversnillingurin José Ribera. Umframt hetta hevur hann luttikið á master-classes við m.a. Norbert Brainin, Kemal Gekic og Pnina Salzmann.
Thomas starvast til dagliga sum klaverleikari í Danmark, har han spælir solokonsertir, við kórum og smærri orkestrum.
Atgongumerki fáast við inngongdina.
Skúlanæmingar hava ókeypis atgongd. Pensiónistar og lesandi hálvan prís. Ókeypis atgongd er til konsertina í kirkjuni.