Upprunaliga skuldi sjálv landskappingin byrja um vikuskiftið, men Vanløse Idrætspark, har dysturin móti Skjold skuldi spælast, var í einum sovorðnum standi, at har var ikki ráðiligt at spæla bólt. Tískil varð ársins fyrsti landskappingardystur útsettur.
Í staðin fyri spældi Vanløse IF ein venjingardyst í móti B93, sum eins og Vanløse spælir í 2. divsion Øst. Henda dystin tapti Vanløse 3-1 og tað var altso Páll Klettskarð, sum enn einaferð skoraði fyri Vanløse.
Erling Jacobsen, sum eisini spælir við Vanløse, var somuleiðis partur av dystinum í gjár. Hann hevur verið rættiliga óheppin seinasta árið, har hann hevur brotið eitt riv í U21-landsdysti, brotið fótin í dysti fyri Víking og annars havt trupulleikar við leikaraloyvinum í Danmark, umframt at hann seinastu tíðina hevur verið úti orsaka av bruna í skinnabeininum.
Men nú er alt hetta yvirstaðið og higartil hevur hann verið partur av tveimum venjingardystum hjá Vanløse.