Flogvanlukka
Tað vóru mennisknjanslig mistøk, ið elvdu til SAS vanlukkuna í Milano, sum herfyri kostaði 118 mannalív. Flogleiðararnir ansaðu ikki nóg væl eftir, sigur italska kanningarnevndin, sum harvið leggur alla ábyrgdina á italsku loftferðslumyndugleikarnar.
Danska blaðið Berlingske Tidende skrivar, at tað kundi verið sloppið undan samanstoytinum millum SAS flogfarið og tað lítla, týska Cesna flogfarið, um flogleiðararnir í torninum á flogvøllinum høvdu lurtað eftir flogskiparunum á lítla, týska flogfarinum, meðan tað var á veg út gjøgnum mjørkan í Milano hendan morgunin. Ikki færri enn tríggjar ferðir áttu flogleiðararnir at havt steðgað týrskarunum og sent ein »follow-me« bil út á vøllin til flogfarið, sigur kanningarnevndin sambært Berlingske Tidnde.
Týsku flogskipararnir høvdu varhugan av, at okkurt var galið, og settu seg ikki færri enn tríggjar ferðir í samband við tornið, sum kortini lat teir halda fram.
Hesi rnýggju upplýsingarnir eru komnir fram, eftir at kanningarnevndin hevur lurtað eftir bondunum, har samrøðurnar millum lítla, týska Cesna flogfarið og eftirlitstornið vórðu tiknar uppá, skrivar Berlignske Tidende.