Klinsmann hugsar seg um

Týski landsliðsvenjarin Jurgen Klinsmann hevur ikki gjørt av, um hann vil halda fram í starvinum hjá týska fótbóltssambandinum. Týskland stóð seg væl undir HM-endaspælinum á heimavølli, og týska fótbóltssambandið vil hava Klinsmann at halda fram sum venjari.
- Tað er hent so nógv seinastu dagarnar, at eg havi ikki fingið hugsað meg um. Gev mær nakrar dagar afturat, sigur Klinsmann.Tað sigst annars, at Klinsmann hevur fingið tilboð um at gerast landsliðsvenjari hjá USA, um hann gevst í Týsklandi. Klinsmann býr í USA, haðani kona hansara eisini er ættað.