Klipp, klipp, klipp

Nú er gott ár liðið, síðani klippiskipanin fór at virka. At byrja við gav man sær ikki so nógv far um hana, og eg gangi út frá, at tað er ymiskt, hvat fólk halda um klippiskipanina í dag.

Henda nýggja ferðslulóg minnir meg nógv um, tá ið mvg-lógin kom til landið

Tá var tað onkur, sum mutaði ímóti og segði, at landið var ov lítið til eina so víttfevnandi mvg-lóg. Tá svaraði onkur aftur og segði, at hetta var nakað, sum flest onnur lond nýttu. Í dag síggja vit, hvussu slítandi hon er, og nógv fólk eru givin við sínum virksemi.

Eg meti eisini, at landið er ov lítið til eina so víttfevnandi ferðslulóg, sum í fleiri førum hevur við sær, at tú ikki fært vart teg.

Tað fer at ganga harðast út yvir vinnubilar, av tí at teir koyra nógv víðahvar, og nógva staðni eru vegirnir ikki egnaðir at koyra eftir. Útsýnið er ringt, og tað hendir eisini í dag, at myndugleikarnir gera deyðsfellir fyri fleiri milliónir krónur, hóast teir vita um vandan.

Tað feskasta dømið um tað er rundkoyringin við Borðoyavík í Klaksvík, sum varð gjørd í sambandi við Norðoyatunnilin. Hon er so stór, at hon kemur yvir um eini sethús, og harvið er einki útsýni, tá ið mann kemur frá Bøgøtu. Grundin at slíkt hendir er tann, at myndugleikarnir, sum hava við ferðslutrygd at gera, vilja ikki vita av hvørjum øðrum.

Í dag er tað blivið soleiðis, at ferðslulógin er farin niður í smálutir. Tað allar minsta mistak, sum bilførarin ikki fær vart seg fyri, kann kosta einum persóni ella familju lívgrundarlagið. Mann metir í dag, at fólk oman fyri 50 ár hava lítlan møguleika at klára koyriroyndina. Lógin er eisini soleiðis háttað, at fólk kunnu gera sær dælt av henni.

Áðrenn nýggja ferðslulógin kom í gildi, hoyrdi mann ofta um vandabólkin, sum eru fólk millum 18 og 25 ár, ið tað skuldi gerast nakað við. Sjálvur meti eg, at hann bleiv tann minsti vandabólkurin. Størsti vandabólkurin i dag eru hýruvognsførararnir. Tá hugi eg um trygdarseðlar, sum vit skulu koyra undir. Tað hendir seg fleiri ferðir, at børn eru komin í bilin, og eg havi bundið tey í trygdarbeltið. Tað grettir ikki, tá ið eg eri komin vegin fram, hevur altíð onkur gjørt seg leysan á vegnum fram. Tá fer tað kalt niður eftir rygginum, tí eg veit, at tað kann kosta mær lívsgrundarlagið, um eg verði hildin aftur av paragraf 13 kanning, og fleiri børn sita leys í bilinum.

Tí havi eg valt at frásiga mær túrar, um eg havi varhugan av, at fleiri børn eru í ferðalagnum, tí tað er alt ov vandamikið fyri meg. Eg havi tí víst kundanum til aðrar bilar, sum taka meir enn 8 ferðandi. Í teimum bilum er eingin beinleiðis lóg um trygdarbelti, og sjálvur haldi eg, at lógin er kappingaravlagandi í hesum førinum.

Eg meti, at tað fara nógv fólk at missa koyrikortið, sum tíðin líðir, bara tí tey hava gjørt okkurt lítið mistak í ferðsluni. Og so kemur at mangla fólk við koyrikorti, og so er bert eitt at gera, og tað er at innflyta útlendska arbeiðsmegi við einari treyt – at tey hava koyrikort.

Sjálvandi kunnu hesi fólk eisini koma í ferðslufelluna, men teirra lívsgrundarlag er ikki í vanda sum so, tey kunnu bara fara aftur til heimlandið og koyra bil sum vanligt. Tað hava tey loyvi til.

Tað eru lond, har tú kanst keypa tær koyrikort. Tað kann blíva ein trupulleiki hjá myndugleikunum at halda skil á, hvat virði hesi koyrikort hava.

Í dag hava vit mest sum onga aðra farleið, sum kann setast ístaðin fyri bilin, og tí eru vit so bundin av honum.

Mær dámar væl, at ferðslulógin verður broytt til tað betra, men ikki soleiðs, at hon tekur so nógv annað við sær, sum geva aðrar sorgarleikir:

Vit fara at missa meira fyri minni.