Klippfiskurin svíkir

Tað gongst ikki so væl hjá norðmonnum at selja brasiliumonnum klippfisk longur. Í fjør keypti Brasil norskan klippfisk fyri 658 milliónir krónur, og tað var 25 prosent minni enn árið fyri.
Tað var tann tíð, tá klippfiskurin var hátíðarmatur á jólum og á páskum í Brasil, men soleiðis er tað ikki longur. Klippfiskurin er stutt sagt vorðin ov dýrur, og brasiliumenn eru tí farnir at eta annað ístaðin fyri. Tað mesta, sum teir keypa, kemur kortini framvegis úr Noregi. Hildið verður, at tann norski parturin liggur um 90 prosent. Hitt kemur úr Portugal, Íslandi, Kanada og úr USA.
Norski útflutningsumboðsmaðurin í Brasil sigur, at tað er serliga tann minkandi keypiorkan hjá brasiliumonnum, sum er orsøkin til, at teir keypa minni klippfisk. Hann vísir á, at virðið á brasilska gjaldoyranum er fallið so nógv, at nógvar útlendskar vørur eru vorðnar millum 50 og 70 prosent dýrari. Hóast hetta er hent, eru lønirnar í Brasil at kalla óbroyttar.