Klipti nummarplátur og koyrikort

Náttin hevur verið friðarlig eru boðini av løgreglustøðini. Kortini hava tey ikki verið heilt arbeiðsleys.

 

Í norðurøkinum vóru løgreglumenn úti við saksinum í nátt. Í vár handaði Akstovan løgregluni yvirlitið yvir teir bilar, sum skuldu missa nummarplátuna av ymiskum orsøkum. Onkrar plátur eru enn eftir at klippa og í nátt fekk løgreglan so klipt eitt sett av plátum.

 

Seinnapartin í gjár var eisini ein, sum fekk klipp, hesa ferð í koyrikortið. Ein bilførari var tikin fyri at koyra 102 km/t millum Kollafjørð og Hósvík, og tað kostar honum so eitt klipp í koyrikortið.