Klokkan 23 um kvøldið skal tað vera steindeytt um alt landið

Nú verða skeinkistøð og matstovur lukkaðar við lóg

Nú skulu skeinkistøð og matstovur lukkað klokkan 23 um kvøldið, og tað verður galdandi frá í morgin. Tað er endamálið við eini kunngerð, sum Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, nú hevur sett í gildi.

Tað merkir, at hetta vikuskiftið, og hvørt kvøld, til tann 31. august í ár, skulu allar matstovur, og øll skeinkistøð, lata aftur klokkan 23 um kvøldið.

Endamálið við tí er at minka um vandan fyri, at korona skal breiða seg.

Tað var herfyri, at Løgtingið samtykti at gera landsstýrismanninum heimild til at avmarka upplatingartíðirnar hjá skeinkistøðum og matstovum, men hann hevur verið trekur at brúka heimildina.

Men nú korona aftur er farið at gera um seg av álvara hevur hann broytt støðu. Annars søgdu umboð fyri skeinkistøð við info fyrr í dag, at tey ætlaðu at hava opið til klokkan tvey, sum vant og at tey fóru ikki at lukka, so leingi talan bara var um eitt tilmæli frá myndugleikunum.

Skuldu skeinistøðini latast aftur, skuldi Helgi Abrahamsen gera tað við lóg, søgdu tey.

https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/skeinkistoed-vit-steingja-ikki/Les meiri um tað her: Vit steingja ikki

Og so seint sum á miðdegi í dag segði Helgi Abrahamsen, at hann fór ikki at steingja skeinkistøðini: Les meiri um tað her: Eg steingi ikki skeinkistøðini

Men seinnapartin í dag hevur hann so broytt støðu, tí í kvøld er kunngerð lýst um, at skeinkistøð og matstovur skulu lata aftur klokkan 23 hvørt kvøld