Endamálið er at staðfesta, hvørji øki eru so serlig, at tey ikki mugu takast til bygging, nevndi Elsa Berg, borgarstjóri, í sendingini "Oyggjar undir trýsti" í útvarpinum í gjár.
– Vit mangla vitan um náttúruna í kommununi og eina lendisætlan, sum kann hjálpa til at avgera, hvørji náttúruøki eru so fjølbroytt, at á teimum byggja vit ikki, segði hon.
Leiðarin á Umhvørvisdeildini hjá kommununi, Marius Müller, nevndi, at borgarar í høvuðsstaðarkommununi eru sera fegnir um grønu økini í býnum.
– Vit høvdu ein borgararfund herfyri, og fólk høvdu nógvar meiningar um, at vit eiga at varðveita tey grønu økini, serliga áir og tey lendini, sum annars eru serstøk, segði Marius Müller.
Hann upplýsti, at í sambandi við náttúruskrásetingina skal náttúra bæði innangarðs og uttangarðs kortleggjast, so ein lendisætlan kann gerast.
– Tá hetta er gjørt, verður alt lagt inn í eina kortskipan, og tá Býarskipanardeildin so arbeiðir, sær hon, hvørji økir atlit skal takast til, t.d. veitir, áir og vátlendir, segði Marius Müller.











