Trump sleppur ætlaðum 20 prosent avgjaldi í Hormuzsundinum

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur slept ætlanini um at leggja eitt 20 prosent avgjald á allan farmaflutning gjøgnum Hormuzsundið.

Tað skrivar hann á Truth Social týsdag.

 

Í staðin sigur Trump, at USA fer at gera handils- og íløguavtalur við fleiri lond við Persaflógvan. Sambært forsetanum verða talan um "ógvuliga stórar" íløgur í USA.

 

Trump sigur, at avgerðin kemur eftir "sera jaligar samrøður" við leiðarar í Miðeystri.

 

– Hesar íløgurnar verða risastórar, men samstundis sera gagnligar fyri hesi londini og framtíð teirra, skrivar hann.

 

Mánadagin boðaði Trump annars frá, at hann vildi krevja 20 prosent í avgjaldi av øllum farmaflutningi gjøgnum Hormuzsundið. Sambært honum skuldi USA hava gjald fyri at vera "verji hjá Hormuzsundinum".

 

Hóast avgjaldið nú er slept, staðfestir Trump, at USA framvegis fer at halda fast við eina "fulla blokadu" móti skipum, sum sigla til og frá iranskum havnum ella flyta iranska olju ella aðrar iranskar vørur.

 

– Hormuzsundið er opið fyri øllum skipum uttan teimum iransku. Tað er orsakað av lygnakenda, harðliga og skaðiliga leiðsluni í Iran, sum førir landið móti fullkomnari oyðilegging, skrivar amerikanski forsetin.