Ein drongur undir 15 ár er undir illgruna fyri drápsroynd móti einari fimm ára gamlari gentu í svenska býnum Helsingborg.
Tað skrivar svenska tíðindastovan TT.
Hendingin fór fram seinnapartin í gjár, tá gentan varð álvarsliga særd.
Ógreitt er, hvussu gamal drongurin er. Eitt eygnavitni sigur sambært TT, at gentan varð stungin við knívi.
Løgreglan í Helsingborg metir, at talan er um eina einstaka hending.
– Vit meta, at eingin vandi er fyri almenningin, sigur virkandi løgreglustjórin Christian Magnusson.
Sambært svenskum myndugleikum er støðan hjá gentuni stabil.











