30 ára gamal dømdur til forvaring fyri dráp í Nuuk

Ein 30 ára gamal maður er í dag dømdur til forvaring fyri eitt dráp, sum varð framt í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk í august í fjør

Ein 30 ára gamal maður er dømdur til forvaring fyri dráp á 44 ára gomlu unnustu síni í Nuuk í august í fjør. Forvaring er harðasta revsingin í Grønlandi.

Tað upplýsir ákæruvaldið hjá Grønlands Politi á X.

 

Sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq varð 44 ára gamla unnustan hjá manninum funnin deyð.

 

Forvaring er harðasta revsingin í Grønlandi og merkir, at tann dømdi verður hildin innistongdur í óásetta tíð.

 

Maðurin hevur enn ikki tikið støðu til, um hann fer at kæra dómin.

 

Ein 30 ára gamal maður er dømdur til forvaring fyri dráp á 44 ára gomlu unnustu síni í Nuuk í august í fjør. Forvaring er harðasta revsingin í Grønlandi.