Her er nýggi stjórin á Skúlanum við Løgmannabreyt

Skúlin við Løgmannabreyt hevur í dag fingið nýggjan stjóra

Talan er um Turid Vang Frederiksen, sum hevur verið lærari á Skúlanum seinastu árini. Hon er ættað úr Froðba.

Turid Vang Frederiksen tekur við, tá Høgni Joensen leggur frá sær 1. september. 

Høgni Joensen er fyrsti skúlastjóri skúlans. Hann tók við starvinum, tá skúlin byrjaði í 2008.

Skúlin við Løgmannabreyt er annar skúlin í Hoyvík. Hin er Hoyvíkar skúli.

Í skúlanum við Løgmannabreyt, ið er ein tvey sporaður skúli, verða 366 næmingar í 1.- 9. flokki komandi skúlaár. 

##med2##

 

Tað eru normerað 33 fulltíðarstørv sum lærarar í skúlanum við Løgmannabreyt. Tað eru tvey varaskúlastjórastørv undir skúlastjórans leiðslu.