Hetta gjørdist ein minni góður Bastilludagur - tjóðardagur - hjá Fraklandi.
Frakland verður ikki annað liðið í HM-søguni, ið vinnur seg í tríggjar HM-finalur á rað.
Tað metið eigur (Vestur)Týskland framvegis, ið vann seg í HM-finalurnar í 1982, 1986 og í 1990.
Í HM-hálvfinaluni á AT&T leikvøllinum í Arlington vann Spania 2-0 á Fraklandi.
Tá fyrri hálvleikur var júst hálvrunnin legði Mikel Oyarzaba Spania á odda við einum væl tiknum brotssparki. Lucas Digne í fronsku verjuni kom at sparka Lamine Yamal í vinstra beinið inni í brotsteiginum, og so dømdi dómarin, Iván Arcides Barton Cisneros brotsspark.
Í 58. minutti økti Pedro Porro til 2-0 aftaná gott samstarv við Dani Olmo, har teir megnaðu at sleppa framvið fronsku verjuni.
Spania var betri skipað, teir vardu væl, og teir vóru vandamiklari í álopunum. Talan var sostatt um ein uppibornan hálvfinalusigur. Frakland skapti veruliga ongan stóran málmøguleika í dystinum.
Fraklendingar mugu nú royna at vinna bronsudystin, so teir triðja HM-endaspælið á rað vinna heiðursmerki.
Spania hevur nú í sjey HM-endaspælsdystum bert latið eitt mál inn, og tað verður ringt hjá hinum finalistinum, Argentina ella Onglandi at knógva teimum í finaluni, ið verður leikt sunnukvøldið klokkan 20 á MetLife leikvøllinum í East Rutherford.
Talan er um aðru HM-finaluna hjá Spania, ið er verandi evropameistari. Í 2010 vann Spania 1-0 á Niðurlondum í HM-finaluni í Johannesburg í Suðurafrika.
Frakland-Spania 0-2 (0-1)
0-1 Mikel Oyarzabal, br. (22.)
0-2 Pedro Porro (58.)
Í annaðkvøld klokkan 20 møtast Ongland og Argentina í hinari HM-hálvfinaluni, ið verður leikt á Mercedes Benz leikvøllinum í Atlanta.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











