Havnar Bóltfelag hevur í kvøld havt eykaaðalfund, har nýggj starvsnevnd er vald.
Staðfestast má, at javnstøðan hevur tað gott í HB, tí fýra kvinnur og fýra menn eru vald í starvsnevndina, ið tó ikki hevur skipað seg enn.
Bolt.fo skrivar tó, at tað er sannlíkt, at legendan og gamli landsliðsleikarin, Helga Ellingsgaard verður vald forkvinna.
Tey sum manna starvsnevndina eru: Helga Ellingsgaard, Eydna Skaale, Liljan av Fløtum, Elin Christiansen, Vagnur Mohr Mortensen, Høgni Berg, Hans á Lag og Gestur Hovgaard.
Eingin av hesum átta fólkunum hava áður verið starvsnevndarlimir í felagnum, men fleiri av teimum hava tænt felagnum á annan hátt.











