Tað upplýsir palestinska verjutilbúgvingin sambært AFP.
Álopið rakti eina løgreglustøð í vestara parti av flóttafólkaleguni Jabalia í norðrara parti av Gazageiranum.
Sambært palestinsku myndugleikunum var ein løgreglukvinna millum tey deyðu.
Al-Shifa-sjúkrahúsið hevur váttað, at líkini av teimum átta deyðu vórðu flutt hagar.
Hamas, sum hevur tamarhaldið á løgregluni í Gazageiranum, sigur, at stjórin á viðkomandi løgreglustøð eisini var millum tey deyðu.
Ísraelski herurin váttar, at hann framdi álopið, og sigur, at málið vóru "yvirgangsfólk". Herurin gevur tó ongar nærri upplýsingar.
Hóast Ísrael og Hamas gjørdu vápnahvíld í oktober í fjør, heldur harðskapurin fram í Gazageiranum.
Sambært heilsumálaráðnum í Gaza eru í minsta lagi 1.110 palestinar deyðir í ísraelskum álopum, síðani vápnahvíldin kom í gildi. ST hevur áður sagt, at palestinsku deyðatølini verða mett at vera álítandi, hóast tey ikki kunnu váttast óheft.
Sambært ísraelska herinum hava fimm hermenn og eitt sivilt starvsfólk hjá herinum latið lív í Gazageiranum í sama tíðarskeiði.










