Klopp: Liverpool hoyrir heima millum topp 8 í Evropa

Liverpool hevur prógvað, at liðið er á veg aftur í oddin í evropiskum fótbólti, heldur týski venjarin hjá liðnum.

Liverpool hevur prógvað, at liðið er á veg aftur í oddin í evropiskum fótbólti, heldur týski venjarin hjá liðnum.

 

Fyri fyrstu ferð í níggju ár hevur Liverpool spælt seg í fjórðingsfinaluna í Champions League.

 

Tað er greitt, eftir at onglendingarnir sendu FC Porto úr kappingini við 0-0 á heimavølli í gjárkvøldið, eftir at fyrsta uppgerðin endaði 5-0 til teir reyðu í Portugal.

 

Síðstu ferð Liverpool var í eini Champions League-fjórðingsfinalu, var í 2009, tá liðið varð sent úr kappingini av Chelsea.

 

– Tað kennist væl. Tað kennist rættiliga væl. Eg veit ikki, hvussu tað kennist hjá fólki, sum hava bíðað so leingi eftir hesum, men væl kennist tað, sigur Liverpool-venjarin Jürgen Klopp.

 

Týskarin, sum fekk fyrrverandi lið sítt, Borussia Dortmund, í finaluna í Champions League í 2012, heldur, at Liverpool er á rættari kós ímóti støðuni, sum liðið var í fyrr.

 

– Tað er ein góð menning í Liverpool í løtuni. Men um vit ikki prógva tað í kappingum sum Champions League, so er eingin, sum leggur merki til tað, sigur hann.

 

– So eg eri fegin um, at vit tóku stigið vega allar á liðnum,. Vit hava klárað tað væl, og nú skulu vit halda fram, sigur Klopp.

 

Jürgen Klopp er farin undir triðja árið í felagnum. Hann heldur, at úrslitini í Champions League eru í tráð við tað, sum hann hevði vætnað av menningini í felagnum.

 

– Í ár eiga vit at vera í kappingini. Tað átti ikki at verið nakað stórt yvirraskilsi, og næsta umfar verður ógvuliga trupult, tá eru sjey góð lið eftir, sigur Klopp, sum enn trýr upp á at sleppa víðari í Evropa.

 

– Eg trúgvi uppá, at vit hava ein møguleika at náa hálvfinalunum. Tað er sjálvandi málið, leggur Klopp afturat.

 

Porto-venjarin, Sergio Conceicao heldur, at Liverpool kann koma allan vegin og vinna Champions League.

 

– Liverpool er heilt víst eitt av teimum liðum, sum kann vinna í ár. Teir eru veruliga góðir, og tað vita øll, sigur Conceicao.

 

/ritzau/Reuters

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja og hoyra Liverpool-venjaran