Klumman: Bara tað næsta ikki verður ein temunnur …

Simona Weihe
[email protected]
-----

Herfyri hoyrdist um óhugnaliga kanning, sum heilsu- ella almannamyndugleiki hevði sett starvsfólk á ellis- og røktarheimum at gera fyri sløkum ári síðani.
Kanningarnar skuldu í tímum, minuttum og sekundum vísa, hvussu langa tíð, persónliga røktin av okkara veiku og gomlu tekur. Eg fái meg als ikki til at taka upp aftur einstøku mátingarnar, sum blivu reksaðar upp í útvarpinum. So andstyggiligt haldi eg tað ljóðaði. Hvat so hendi og ikki er ikki gott at vita, men longu dagin eftir hoyrdist í útvarpinum, at kanningin var avblást. Orsøkin skuldi eitast at vera, at brúk var ikki fyri henni, tí eldraøkið skal út til kommunurnar á nýggjárinum. Onkur fann útav, at kanningin tí var óneyðug! Men eg haldi meg hava hoyrt um eldraøkið og kommunurnar í rættliga langa tíð. Heldur – og vónandi – man kanningaruppfinnarin hava fingið eina skortfleingu og tí hevur steðgað kanningini!

Eg havi hugsað eitt sindur um, hvussu røktarstarvsfólkið bar seg at í kanningararbeiðinum. Tey vita helst væl, at hvør dagur ikki er líka hjá teimum gomlu og veiku. Skundaðu tey sær ella góvu tey sær stundir at gera sítt arbeiði? Tey hava helst ikki vitað, hvussu úrslitið av kanningini fór at verða brúkt. Kanska m.a. til at velja starvsfólk til og frá! Sum gongdin seinastu árini hevur verið, so hevur ætlanin neyvan verið at seta fleiri starvsfólk! Nei, sum tankin er óhugnaligur. Og hetta hava búfólk á heimum verið útsett fyri! Vit eru mong, sum hava verið á arbeiðsplássum, tá rationaliseringar hava staðið fyri framman. Vit vita, at tað er ørkymlandi. Men tað kann veruliga ikki samanberast at arbeiða á einari skrivstovu og at arbeiða við gomlum, sjúkum og veikum, tá tað kemur til sparingar ella niðurlagingar.

Okkara gomlu á heimunum hava verið prísgivin, tí avvarðandi, sum eg havi tosað við, vistu onki um hesa kanning. Kanningin hevur gingið fyri seg í duldum. Síggi fyri mær leiðara standa við stopp-uri í hondini, meðan røktari arbeiðir sum eitt ørt! Hann náði okkum fyri ein atburð og hugburð.

Tá vit byggja stór og dýr ellis- og røktarheim, so er minstakravið, at innihaldið í teimum svarar til karmarnar. Góð røkt og ein gerandisdagur við upplivingum. Menniskjað má vera í miðdeplinum. Stórir og dýrir karmar gera einki einsamallir! Og lat okkum kalla menniskju fyri menniskju og ikki produkt, sum tykist vera orðið fyri bæði fólk og vørur í almennum og privatum høpi.

Júst hetta at tosa seg burtur frá kjarnini í málinum er vorðið rákgongdin. Tað eru yvirskriftirnar, sum hava verið í tíðindunum seinastu dagarnar, dømi um, har fortalt verður um, at landsstýrisfólk og onnur skulu drekka ein kaffimunn saman. Orsøkin er okkurt, sum tey eru ósamd um, og sum ein heitur munnur skal hjálpa til at loysa. Tað skal helst ljóða kul, at loysa »ósemjurnar« yvir ein kaffimunn. Men tað er bara fjákut. Kallið bara ein kreppufund fyri ein kreppufund. Tað skal helst ikki endað uppaftur meira hugfarsligt við einum temunni!