Knústir rútar og ein fullur bilførari

Spurningurin er um gassið er farið av fólki eftir jóla- og nýggjárshøgtíðina, ella um visakortið er tomt, men undir øllum umstøðum kann staðfestast, at tað, sum higartil er farið av árinum, hevur verið lutfalsliga friðarligt hjá løgregluni. Hendan leygarnáttin var onki undantak, tó at løgreglan ikki gekk heilt fyri einki í alla nátt.

Mitt í nátt varð ein maður tikin fyri at koyra við kenning. Hann hevði onki koyrikort, so hann hevur onki at missa, men hinvegin gongur helst ein tíð, áðrenn hann sleppur at taka koyrikortið.

Annars framdu tríggir blaðungir drongir herverk í einum handli í Havn, tá ið teir tveittu ein platt inn ígjøgnum handilsgluggan. Teir tóku til rýmingar og løgreglan fekk ikki fatur á teimum. Men løgreglan hevur eina lýsing av dreinginum, so vónir eru um, at tað fer at eydnast at taka teir.

Ein rútur er eisini brotin einum øðrum handli í grannalagnum, men har hevur løgreglan ongi spor.

Annars varð løgreglan boðsend til eitt skeinkistað tíðliga í morgum, Tá ið tey vaskaðu og ruddaðu, varnaðust tey, at ein genta hevði víggirt seg inni á einum WC. Hon vísti so løgnan atburð, at boð vórðu send eftir løgregluni, tí illgruni var um, at hon var ávirkað av rúsevnum. Løgreglufólk komu á staðið og eisini tey vóru samd í, at atburðurin var so mikið løgin, at ráðiligast var at senda boð eftir sjúkrabili, so hon varð flutt á Landssjúkrahúsið.