Síðani svenski forsætisráðharrin Olof Palme varð myrdur í Stockholm tann 28. februar í 1986, hava nógvar gitingar verið um, hvør myrdi hann. Nú ljóðar, at svenska løgreglan hevði tilknýti til morðið.
Sambært Aftonbladet hevur eitt vitnið, sum blaðið nevnir "John", greitt frá, at í 1985 fekk hann eitt tilboð um pengar, um hann vildi skjóta Olof Palme. Maðurin, sum kom við tilboðnum, var løgreglumaður. "John" tók ikki av tilboðnum. Fimm mánaðir seinni bleiv Palme skotin.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at svenska løgreglan verður sett í samband við Palme-morðið, men hægstarættardómarin Göran Lambertz heldur, at myndugleikarnir eiga at kanna upplýsingarnar hjá "John".
-Eg haldi avgjørt, at Palme-rannsóknarmenninir eiga at fylgja hesum sporinum. Rannsóknirnar higartil hava ikki lagt serliga stóran dent á tann møguleikan, at løgreglan hevði við hendingina at gera, sigur Lambertz við Aftonbladet.
Tommy Lindström, fyrrverandi yvirmaður í svensku rannsóknarløgregluni, er ikki samdur við dómaranum.
-Eg haldi, at hevði løgreglan havt tilknýti til drápið, var tað komið fram fyri langari tíð síðani, sigur hann við blaðið.