Musikkskúlarnir á Strondum, Skála, Oyndarfirði og Nes sókn hevur havt eitt sera virkið musikkskúlaár við m.a. næmingum í horn- og klaverspæli. Einstøku næmingarnir hava fingið nógv burturúr. Klavernæmingarnir á Skála hava havt Heðin Kambsdal til lærara og framførdu teir verk síni sera hugtakandi. Ungir næmingar, sum við tíðini kunnu koma at gerast góðir klaverleikarar.
At unglingar nema sær kunnleika í musikki er sjálvandi fyrst og fremst ein frøi fyri hvønn einstakan. Men áhugin fyri musikki ávirkar teir eisini á øðrum økjum. At kunna seta seg við einum ljóðføri er ein gáva, sum kann hava sera stóran týdning fyir hvønn einstakan seinni í lívinum, bæði sum undirhal dog eisini sálarliga mennandi. Ein næmingur sum hevur nomið sær kunnleika í musikki, sigst eisini verða ein betri næmingur í øðrum fakum.
Men at leika á ljóðføri einsamallur er mangan ikki nøktandi. Tað, at kunna spæla saman við øðrum, gevur ofta tí leikandi størri nøgdsemi og betri fatan av tí stórfingnu gávu tað er, at kunna leika á ljóðføri.
Teir fýra musikkskúlarnir, sum vóru við í tiltakinum á Skála seinasta leygardag, hava allir havt sama musikklærara í hornspæli. Tað er Atli Petersen úr Vestmanna, sum hvønn mikudag hevur verið í Eysturoynni og vant næmingarnar. Saman við leiðarunum á musikkskúlanum hevur hann skipað fyri smanspæli, har allir næmingarnir í hornspæli hava vant saman.
Úrslitið hevur verið so gott, at stovnað er unglingaorkestrið Knavar, sum við hugtakandi spæli sínum rørdu instu kenslur á áhoyrarunum. Sera hugtakandi og ein frøi at síggja hesi ungu so dyggiliga megna at framføra so vakran og góðan tónleik eftir at hava vant í so stutta tíð.
Í hugnaliga skúlanum á Skála varð eisini virðisløn latin Jóannesi Lamhauge, sum leikar við í Knavum, fyri uppskotið til navn og búmerki á unglingaorkestrinum. Sera beinrakið navn ? ein knavi er jú eitt lítið horn ? og búmerkið við trimum hornspælarum, sum fylla tónar út í rúmið, er eisini sera heppisliga gjørt. Men Jóannes fekk so sanniliga eisini virðisløn fyri nýtt búmerki til Nes sóknar Musikkfelag, sum er hornorkestur við spælarum av Skálafjørðinum.
Og tá so hugnaløtan endaði við felagsorkestri ? Knavum og Nes sóknar Musikkfelag undir leiðslu av Martini Mouritsen ? fyltist alt rúmið við brúsandi tónleiki, so tújørdist bilsin. Ein løta, tú seint fert at gloyma.
Aftaná varð so bjóðað øllum til ein drekkamunn við heimabakaðum køkum og prátið gekk lívliga.
Serstøk innbjóðing varð send kommunalpolitikarum, so teir kundu síggja og hoyra, hvussu stór úrslit eru rokkin við tí játtan, ið er latin musikkskúlunum. Teir, ið nýttu høvi at koma til konserttiltakið eru neyvan í iva. Teimum, sum ikki vóru við, kunnu vit bert siga, at betri kann ein játtan neyvan nýtast. Vit kunnu bert vóna, at musikkskúlarnir framyvir fáa tær bestu sømdirnar.
Ein hjartans tøkk fyri tiltakið.
Áhoyrararcute;setta skrivaranum góðan arbeiðshug.
At enda má eg skoyta uppí, at við tað at eg ikki eri staddur í Føroyum og mær harvið bert eydnast at fáa fatur á onkrum hissini føroyskum tíðindablaðii, biði eg um umbering fyri, um okkurt ið rættað er, ella borið er fram fyrr, endurtekur seg í hesi grein míni.
Við fakfelagskvøðu.
Árni Háldal/
f.v. næstform.ini.
Samanumtikið er tí mangt sum bendir á, at eitt framhald av verandi skipan hevði verið ein fyrimunur fyri bæði Danmark og Føroyar.
Sjúkradagpengar og vanlukkutrygging
Skipanirnar um hesi øki fara í grundregluni at halda fram óbroyttar.
Tað er kortini ein stórur trupulleiki í verandi skipan, at føroyingar, sum hava arbeitt í Grønlandi, og sum flyta haðani til Danmarkar, (eins og danir ið flyta øvugtan veg), ikki koma undir tryggingarreglarnar í nøkrum av teimum trimum ríkispørtunum.
Tí hava fyrisitingarnar Føroyum og Danmark fyrireikað eina skipan, sum skal tryggja, at viðurskiftini verða skipað so, sum tey eru sambært tí norðurlendska sáttmálanum. Hesin tryggjar, at tað aldri er ivi um, undir hvørjari lóggávu ein persónur er. Her hevði tí verið talan um ein munandi bata í rættarstøðuni.
Forsorgarhjálp
Í grundregluni fer møguleikin fyri at kunna senda føroyingar/danir heim í staðin fyri at veita teimum forsorgarhjálp at verða víðkaður, um farið verður yvir til teir norðurlendsku sáttmálarnar, men hetta fer neyvan at fáa nakran stórvegis týdning í verki. Talan er um sera fá dømi, og danir senda longu undir verandi skipan føroyingar heim, um teir fáa tørv á hjálp beint eftir at teir eru komnir til Danmarkar, uttan so, at teir hava eitthvørt serligt tilknýti til eitt nærsamfelag i Danmark. Mannagongdin er í grundregluni tann sama í Føroyum, burtursæð frá, at fólk sum hava føroyskan uppruna, ikki verða send aftur til Danmarkar, hóast tey bert hava verið stutta tíð í Føroyum.
Boligsikring
Boligsikring í Danmark (at tann, sum leigar íbúð, fær ein part av leiguni afturgoldna frá tí almenna) er er bert treytað av bústaði. Tí vera ongar broytingar á hesum øki.
Familjustyrkur
Verandi skipan hevði hildið fram.
Onnur viðurskifti viðvíkjandi almannaøkinum
Tað kemur fyri, at føroyingar verða sendir til danskar stovnar, bæði við uppvenjing og varandi uppihaldi fyri eyga. Føroyskir myndugleikar rinda longu sum er fullan prís fyri hetta, umframt aðrar útreiðslur, sum standast av tí. Tí verða neyvan nakrar broytingar her, hóast tað bert er í sambandi við endurbúgving og nøkur serlig og sera smá brek-øki, at norðurlendskir sáttmálar eru, sum hava beinleiðis týdning.
Arbeiðsmarknaður
Tað er ein semja millum norðurlond um ein felags norðurlendskan arbeiðsmarknað, har londini hava bundið seg til, at arbeiðstakarar frá øðrum norðurlendskum londum skulu hava somu rættindi og skyldur sum teirra egnu ríkisborgarar uttan so, at hetta ikki ber til orsakað av landsins egnu lóggávu á einum ávísum øki. Slík undantøk kunnu sum útgangsstøði bert vera í sambandi við vinnu á økjum sum krevja serlig loyvisbrøv.
Tí kann eitt norðurland ikki krevja arbeiðs- ella uppihaldsloyvi frá ríkisborgarum úr øðrum norðurlendskum londum, og øll eiga rætt til eitt nú frítíðarløn.
Tað eru kortini øki, har tørvur er á serligum skipanum. Hetta ger seg fyrst og fremst galdandi viðvíkjandi skiparum. Verandi lóggáva í Danmark og í Føroyum setur sum krav, at skiparar eru danskir ríkisborgarar. Hetta er eitt vanligt krav í altjóða høpi, men til ber kortini at gera undantøk.
Eyðsæð er, at tað tænir bæði føroyskum og donskum áhugamálum, at báðir partar gera undantøk á hesum øki. Á fundinum millum stjórnina og landsstýrið tann 2. maj var tí eisini avrátt, at skal takast upp til viðgerðar.
Arbeiðsloysistrygging
Tann trupulleikin, sum verður umrøddur undir ?almannaviðurskifti? (sjúkradagpengar og vanlukkutrygging), ger seg eisini galdandi viðvíkjandi arbeiðsloysistrygging, so tað hevði eisini her verið ein munandi bati í rættarstøðuni, um farið varð yvir til rættindi sum tey, ið eru í teirri norðurlendsku skipanini.
Sáttmálin millum danska Arbeiðsmálaráðið og Føroya Landsstýri um samskiping av arbeiðsloysistrygging virkar í grundregluni á sama hátt sum sáttmálarnir millum onnur norðurlendsk lond, men í verki er tann danski-føroyski sáttmálin meira liðiligur og ikki so bureaukratiskur:
Í norðurlendskum høpi er tað eitt krav, at ein skal hava arbeitt eitt ávíst tíðarskeið í tí landinum, ein er í, áðrenn ein kann tryggjast í hesum landinum. (Í Noregi skal ein t. d. fáa arbeiði innan 12 vikur, og ein skal hava arbeitt í minsta lagi átta vikur og hava forvunnið minst 28.000 kr. fyri at kunna koma við í ta norsku arbeiðsloysskipanina).
Í tí danska-føroyska sáttmálanum er tað soleiðis, at ein beinan vegin kann koma við í tað donsku tryggingina, tá flutt verður úr Føroyum til Danmarkar. Tó skal ein hava eitt prógv um, at ein hevur verið tryggjaður í teirri føroysku skipanini, og at ein í Føroyum hevur arbeitt í minsta lagið 2080 tímar innan tey síðstu trý árini.
Tá flutt verður úr Danmark til Føroya verður einki arbeiðskrav sett.
Tá ein borgari er fluttur úr teirri donsku til ta føroysku skipanina ella øvugt, hevur hann beinan vegin rætt til allar veitingar í arbeiðsloysistryggingini ? eitt nú stuðul til farloyvi. Føroyingar hava kortini ikki rætt at vera við í donskum eftrilønarskipanum.
Harafturat er avtalað, at danskir arbeiðstakarar (hóast høvuðsregluna) kunnu velja at verða verandi tryggjaðir í Danmark meðan teir hava eitt fyribilsstarv í upp til seks mánaðir í Føroyum. (Hetta er serliga viðkomandi fyri serliga og høgt útbúna arbeiðsmegi). Ætlanin er at seta í verk eina líknandi skipan fyri føroyingar, sum hava fyribilsarbeiði í Danmark.
Hendan avtalan virkar á nøktandi hátt, bæði umsitingarliga og í mun til borgararnar.
Eftir donskum ynski skal avtalan skjótt endurskoðast, men ætlanin er ikki at fremja stórvegis broytingar. Málið hjá landsstýrinum er, at javnbjóðis rættindi skulu vera á hesum øki.
Embætismenn
Tað eru einstøk onnur øki, har avmarkingar eru. Eitt nú ber til at seta avmarkingar fyri, hvør kann gerast høgur embætismaður og ráðharri í stjórnini.
Hetta er vanligt undantak í millumtjóða sáttmálum um javnstøðu.