Í kvøld hevur ein serdeild hjá týsku løgregluni søkt at einum bygningi í samband við kníválopið í Solingen í Týsklandi í gjár, har trý fólk lótu lív, og fleiri vórðu álvarsliga løstað.
Hendingin fór fram, júst meðan hátíðarhald var í býnum, nú Solingen hevur 650 ár á baki.
Sambært Der Spiegel verður hildið, at brotsmaðurin nú er handtikin.
Bild veit at siga, at í íbúðini funnu tey ein mann, sum var gjøgnumbloyttur og blóðdálkaður, tá hann varð handtikin.
- Tað er mær, tit leita eftir, skal maðurin sambært týsku miðlunum hava sagt, tá løgreglan handtók hann.
Umframt tey trý, sum lótu lív í kníváopinum í gjár, eru átta onnur løstað, og sagt verður, at støðan hjá fimm av fólkunum er álvarslig.
Týski miðilin DPA skrivar eisini um handtøkuna í kvøld, sum fór fram í einari flóttafólkamóttøku.
Sambært Bild liggur bygningurin bert 300 metrar frá staðnum, har kníválopið varð framt.
- Vit fylgdu einum tippi, sum vit fingu, og hetta var orsøkin til, at ein serdeild í kvøld søkti at bygninginum og handtók ein persón.
Týska løgreglan sigur í kvøld, at neyðugt verður at bíða við at kunna neyvari um úrslitið, fyrr enn átakið er liðugt.
Fyrr í dag handtók týska løgreglan eisini ein 15 ára gamlan persón, sum løgreglan heldur visti um tað, sum fór at henda, men boðaði ikki frá.
##med2##
Sambært týsku løgregluni er eitt vápn funnið, sum kann hava verið brúkt í álopinum í gjár og vápnið, sum eftir øllum at døma er ein knívur, varð funnin í einari ruskspann í miðbýnum í Solingen.
- Vit vita ikki, hvat motivið aftan fyri álopið er, men tað kann ikki útilokast, at talan er um eina yvirgangsatsókn, segði týski ríkisadvokaturin, Markus Caspers, á tíðindafundi seinnapartin í dag.
Útlendskir miðlar vistu eisini í kvøld at siga, at víðgongdi islamiski bólkurin IS sambært einari útsøgn hjá bólkinum sjálvum hevur tikið ábyrgd av atsóknini í Solingen.
Sambært týsku løgregluni lótu ein 56 ára gamal og ein 67 ára gamal maður lív, og triðja offrið í kníválopinum var ein 56 ára gomul kvinna.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/is-tekur-abyrgdina-av-knivalopinum-i-tysklandi